Úrslit frá MU 2009

Viðfestur er úrslitalistin frá Meistarastevnuni fyri Ung 2009, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Úrslitið varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki – 25 gull, 34 silvur og 14 bronsu – meðan Ægir varð nr 2 og FS nr 3. Mest vinnandi drongur var Magnus Jákupsson við 16 gullheiðursmerkjum, meðan Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann mest hjá gentunum við 7 gull, 5 silvur og 1 bronsu. Hægstu FINA stig fekk Birita Debes úr FLOT, sum sambært FINA listanum frá 2008 svam seg til 682 stig í 50 rygg, 666 í 50 frí og 643 í 100 rygg.

CIMG5895
Continue reading Úrslit frá MU 2009

Birita Debes 27.70 í 50 frí

Hatta ljóðar fyri meg sum mest ófatiliga úrslit frá Meistarastevnuni í morgun – eisini hóast at eg eri við til at venja hana í tí dagliga. Rúni sigur at hon hevði ein ótrúliga góðan start, og hareftir lang og góð tøk, til tey at enda gjørdust eitt sindur stutt vegna møði. Besta tíð hjá Biritu er 29.58 áðrenn hetta, sum hevði givið eitt 29. pláss á danska styrkismetingarlistanum fyri gentur árgang 1995. Men nú er hon so skjótari enn nummar fýra á listanum, har nr 1 svimur 27.22. Og í Føroyum eru tað vist nokk bara Shaila, Guðrun og Elspa sum hava svomið skjótari 🙂

CIMG5801

SuSvim vunnið mest eftir 1. kvøld á MU 2009

Tað eru serliga Eyðbjørn Joensen og breiddin hjá SuSvim sum ger at flestu heiðursmerki til nú eru farin til Suðuroyar, hetta fyrsta kvøldið á Meistarastevnuni fyri Ung 2009. Men FS, Ægir og HS fylgja væl í við, í kraft av úrmælingum sum Poulu Ø. Mohr, Jóhann Heðinsson, Ceciliu Eysturdal og Magnus Jákupsson, umframt at Ægir sum so ofta hevur ein ógvuliga sterkan yngsta hóp.

CIMG5607
Continue reading SuSvim vunnið mest eftir 1. kvøld á MU 2009

Venjarin: Leveaux líður av ‘drakta-psykosu’

“He had lost before he got in the water”, segði venjarin hjá fronsku superstjørnuni Amaury Leveaux við L’Equipe, eftir at hava sæð Leveaux gerast nummar 4 í finaluni í 100 frí. Leveaux eigur sum kunnugt heimsmetið í 100 metrum á stuttgeil, men líður nú sambært venjaranum, Lionel Horter, av “suits psychosis”.
Continue reading Venjarin: Leveaux líður av ‘drakta-psykosu’

Meistarastevnan fyri Ung 2009 sæst nú á LiveTiming

Árliga Meistarastevnan fyri Ung byrjar í kvøld í Klaksvík, har okkara yngru svimjarar fara at kappast um at gerast føroyameistarar í bólkum 1, 2 og 3. Svimjisambandið hevur bílagt sær ‘live timing’ til stevnuna, og tey skjótu hava tí kanska longu uppdagað, at startlistar og riðlabýti eru at síggja her á livetiming.se. Til ber at fylgja við tíðunum ‘live’ her, frá umleið kl 19:30 í kvøld, umframt á www.svimjing.com/live.
Continue reading Meistarastevnan fyri Ung 2009 sæst nú á LiveTiming

FINA listin yvir góðkendar draktir kemur einaferð í mai

Hetta sigur Craig Lord á SwimNews, eftir at hava tosað við okkurt umboð fyri FINA. Listin kemur “within a couple of weeks, probably”, og umboðið viðgekk opinbart eisini at X-Glide draktin hjá Bernard ikki var góðkend til kapping enn. FINA hevur gjørt eitt nýtt oyðublað at fylla út tá ið heimsmet verða sett, har millum annað slag av drakt skal ásetast, og umboðið segði at tey fóru at taka støðu til málið við Bernard, tá ið tað var fingið. “Only when we have all of that will we be able to make a decision, as in any case”

SSF setur forboð ímóti at klára kravtíð í ‘time trial’ ella við millumtíð

Góðu tit

Ásannandi at støðan sum hon hevur verið, har millumtíðir verða góðkendar sum kravtíðir, hevur starvsnevndin tikið hesa avgerð, ið er galdandi fyri kravtíðir frameftir:

Kravtíðir:
Við gildi fra 20. apríl 2009 eru hesar reglur galdandi:

  • Tíðir frá sonevndum “time trials” verða ikki góðkendar.
  • Millumtíðir (splittíðir) verða ikki góðkendar. Tó kann 1. skifti í liðsvimjing verða góðkent.

Komandi stóra úttøkukappingin er FM og starvsnevndin ynskir við hesum at tryggja sær at kappingarnar longri enn 50 verða svomnar sum tær eiga, ikki brotnar sundur av royndum at náa kravtíðir á styttri teinunum.

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya
Continue reading SSF setur forboð ímóti at klára kravtíð í ‘time trial’ ella við millumtíð

Alain Bernard fyrsti maður undir 47 sekund

Franski Alain Bernard hevur í dag sett heimsmet í 100 frí á langgeil, tá ið hann á fronsku meistarstevnuni svam 46.96, har heimsmetið hjá Eamon Sullivan var 47.05. Hann gjørdi hetta í nýggju ‘superdraktini’ Arena X-Glide, í semifinaluni í 100 frí. við splitt-tíðum 22.35 og 24.59. Les SwimNews.com

Í løtuni er anarki, tá ið tað kemur til ‘superdraktirnar’

Tað vil siga, um tað er satt sum Craig Lord skrivar her á SwimNews.com, úr grein í fronsku avísini L’Equipe. Eftir øllum at døma fara Bernard og Leveaux í dag at lata seg í ávíkavist Arena- og TYR-drakt sum ikki eru góðkendar av FINA, tí at franska svimjisambandið í avmakt ‘vendur blinda eygað til’. Tí sum tað verður sagt niðast í greinini: góðkent og ikki-góðkent kann síggja akkurát tað sama út, á skræðuni.

Her er okkurt sum Craig Lord fær burtur úr samrøðu millum L’Equipe og Denis Auguin, venjari hjá Alain Bernard:

“I am ready to throw in the towel,” Auguin tells L’Equipe. This is a coach who has painstakingly prepared his athlete, has seen his athlete have to don a suit last year that was necessary for him to do what he did and now must take more strides down that same road knowing that the further they go down that road, the more their good work as coach and athlete is diminished. What a sad state of affairs, what a dreadful, woeful mess the sport is in.
Continue reading Í løtuni er anarki, tá ið tað kemur til ‘superdraktirnar’