Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu

Rókur ringdi nú úr Rom og fortaldi, at alt gongur hampuliga væl í Rom. Tó hevur hann ikki fingið fatur í eina drakt til Biritu. Tað eru í løtuni ongar Jaked draktir í hennara stødd, eiheldur støddin sum er størri, sum man síðani kann fáa býtt um. Gravgangurin eftir Jaked draktum er so øgiligur, at køin gongur frá Jaked handlinum gjøgnum nakrar trappur og framvið Speedo handilin.

Hin “trupulleikin”, sum kanska onnur hava sæð, er at tað hevur gingið so sum so við at fáa startlistarnar á netið. Í løtuni eru startlistarnir ikki at finna á roma09.it ella á Omega Live timing. Men tey hava fingið avrit av listunum í Rom.
Continue reading Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu

Italiumenn ætla at brúka J01 á úttøkustevnuni komandi vikuskifti

Hóast FINA fyribils hevur kolldømt Jaked J01 superdraktina, so fer italska svimjisambandið allíkavæl sambært SwimNews.com at loyva nýtslu av hesi drakt, á HM úttøkustevnuni hjá teimum, komandi vikuskifti. Hetta til at vísa virðing fyri svimjarum, liðum og framleiðarum, og teimum íløgum sum familjur hava gjørt upp undir úttøkustevnuna. Til at umganga enn meira forvirring runt evnið, og til at tryggja eina so ‘fair’ kapping sum gjørligt. Tja, mær nýtist nokk ikki at siga, at Lord er misnøgdur.

Italska svimjisambandið talar eisini at

Italska svimjisambandið hevur eitt tíðindaskriv her á heimasíðu síni, har tey mótmæla avgerðini hjá FINA at banna Jaked J01 draktini. Nú skilji eg tíverri ikki so væl italskt, men Google týðing bendir á at italiumenn kalla luft-fangingar-testina fyri ‘absolutt óvísindaliga’. Tey avvísa hana tí, og vísa annars til at Jaked draktin sambært testunum hvørki var ov tjúkk ella ov flótandi.

Listin av góðkendum draktum er komin

SSF formaðurin gav okkum eitt praj í áðni um, at listin av góðkendum draktum er at finna á swimnews.com. Her stendur m.a. at LZR er framvegis góðkend, meðan Arena X-Glide, Jaked 01 og BlueSeventy eru vrakaðar.

Yvirlýsingin hjá FINA ljóðar soleiðis:

“The FINA Commission in charge of the swimwear approval, formed by representatives of the FINA Executive, FINA Technical Swimming Committee, FINA Coaches Commission, FINA Athletes Commission, and FINA Legal Councillor had a meeting on May 18, 2009 in Lausanne (SUI) and after reviewing 348 swimsuits from 21 manufacturers forwarded its proposal to the FINA Executive, who decided the following:

  • 202 swimsuits approved;
  • 10 swimsuits rejected for not passing the tests of buoyancy and/or thickness;
  • 136 swimsuits to be modified in accordance with “Dubai Charter” rule 3.1 c), as they don’t fulfil the requirement stating that “swimsuit material shall not be constructed to or include elements/systems which create air/water trapping effects during use”. The manufacturers have now a deadline of maximum 30 days (until June 19, 2009) to resubmit the same swimsuit for FINA approval, with the corresponding corrections (“Dubai Charter” rule 4.3 d).

The complete list of approved swimsuits (valid until December 31, 2009) can be found on the FINA official website at www.fina.org

Meeting FINA/Swimming Coaches

On May 19, 2009 FINA and a group of swimming coaches coming from 18 countries met at the EPFL (Swiss Federal Institute of Technology) in Lausanne (SUI), where Prof Jan- Anders Manson, Director of the Laboratory of Polymer and Composite Technology, presented the procedures of the testing process defined on the FINA swimwear approval regulations.

The exchange of opinions was very constructive and the direction to be taken on the swimwear approval process is certainly better understood.”

Sí annars tíðindaskrivið her á fina.org

Stekelenburg ávíst at Jaked er enn betri enn Speedo LZR

Niðurlendski bringusvimjarin Lennart Stekelenburg hevur av álvara set kók í Craig Lord á SwimNews, nú hann (Stekelenburg) á Amsterdam Swim Cup í eini Speedo LZR svam fyrst 1:01.09 í innleiðandi 100 bringu í langhyli, fyri síðani at vinna silvur í greinini aftur í Speedo LZR við 1:01.90 í finaluni, har hann millum báðar riðlarnar sum eitt slag av mótmæli svam 59.50 í eini Jaked drakt, í serligum eyka (men ótýðandi) ‘timed trial’. Stekelburg vildi sambært Craig Lord vísa á órættvísi við hesum allarnýggjastu draktunum; og tá skulu vit væl minnast til, at Speedo LZR absolutt eisini er ein superdrakt.
Continue reading Stekelenburg ávíst at Jaked er enn betri enn Speedo LZR

Jaked stóri sigursharrin á sveisisku meistarastevnuni

DSC_0133Jaked draktirnar vóru kanska ikki akkurát tær vakrastu á EM í Kroatia, men rigga tó væl allíkavæl. Í øllum førum hevur onkur venjari forklagað seg yvirfyri Craig Lord her á SwimNews, at hetta merkið varð nýtt til at seta 22 av 23 metum á sveisisku meistarastevnuni herfyri, har til dømis allir finalistar í 100 og 200 bringu brúktu Jaked, við eini meðal betring á 4 sekund í part. Draktin er vátdrakts-líknandi sum BlueSeventy, og nú hótta tey við at tær eisini verða at síggja á donsku meistarastevnuni í næstu viku, har nógvir føroyingar sum kunnugt fara at luttaka.
Continue reading Jaked stóri sigursharrin á sveisisku meistarastevnuni