Danir loyva ‘superdraktunum’ til DM, við fyrivarni

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, so áseta tey nú somu reglu sum FINA hevur ásett, at svimjarar framyvir bara mugu vera í éinari drakt á svimjistevnum, sum ikki má dekka nakka, akslar ella øklar. Samstundis áseta tey við fyrivarni hesa reglu: Såfremt FINA ikke har offentliggjort listen over godkendte badedragter inden den 1. april 2009, vil de nuværende tilgængelige konkurrencedragter kunne benyttes til Danish Open 2009, dog under hensyntagen til de nye regler omkring udformningen af dragten samt FINA Gr 5.3. Denne dispensation vil være gældende til og med den 19. april (efter DM-H) hvorefter situationen vurderes igen.

Speedo skorar kassan, meðan ítrótturin bløðir

Sambært greinini í The Wall Street Journal her, so kann Speedo nú framleiða 80.000 Speedo LZR Racer draktir um árið, sum til amerikanska prísin $550 fyri hvørja merkir at Speedo selur fyri 44 milliónir dollarar í hesum draktum um árið, ella 242 milliónir krónur. Samstundis eru amerikansk universitet sum Auburn í kreppu, av at skula skaffa einar 20.000 dollarar um árið til draktir, ella einar 110.000 krónur, har tey fyri fáum árum síðani kundi klára seg við nøkrum fáum hundrað dollarum.
Continue reading Speedo skorar kassan, meðan ítrótturin bløðir

Hvat við at fara niður at svimja ‘havsvimjing’ um Christiansborg?

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá Dansk Svømmeunion, so hava tey søkt um og fingið eina av teimum 14 World Cup kappingunum hjá FINA í ‘open water’ svimjing, at vera runt Christiansborg tann 29. august í ár. Har verður skipað fyri einum samstundis motiónstiltaki, har vit øll kunnu svimja eina rundu í kanalunum á 2 kilometrar, saman við teimum harðu hundunum sum síðani svimja 4 rundur afturat. Hetta er fyrstu ferð í 102 ára søguni hjá danska svimjisambandinum, at tey sleppa at hava eitt sovorðið altjóða tiltak, og tey vænta luttakarar frá einum 20-30 londum.


Vís størri kort
Continue reading Hvat við at fara niður at svimja ‘havsvimjing’ um Christiansborg?

Startlistin til Danish Open er klárur

Startlistin til donsku meistarastevnuna í 50 metra hyli sæst her á svoem.dk, við rættiliga góðari føroyskari luttøku. Størstu dansk/føroysku orrusturnar verða nokk í 400 og 1500 frí hjá monnum, har Pál er styrkismettur sum ávíkavist nr 3 og 2, og tryggasta heiðursmerkið í 800 frí, har Pál er nummar 1. Og hartil kunnu vit væl enn heppa uppá Elspu Mørkøre, sum er styrkismett sum nr 1 í 50 og 100 rygg, nr 2 í 200 rygg, og nr 3 í 200 og 400 frí
Continue reading Startlistin til Danish Open er klárur

Ægir vann FLOT stevnuna

FLOT stevna var á Toftum í dag, har okkara yngstu svimjarar kappaðust í vanligu greinunum, umframt onkrari par-grein og mix-stafett. Úrslitið var at Ægir vann flest heiðursmerki – 8 gull, 7 silvur og 6 bronsu – við SuSvim sum nummar tvey og FLOT sum nummar trý. Sí viðfesta úrslitalista, og les meira til at síggja heiðursmerkjabýtið.

CIMG2461
Continue reading Ægir vann FLOT stevnuna

FINA hevur broytt junioraldurin hjá gentum og dreingjum

Veit ikki um tit hava lagt merki til hetta, í hasum seinasta tíðindaskrivinum frá FINA: “new age limits for the FINA World Junior Swimming Championships (boys – 16-18 years old; girls – 15-17 years old)”. Mær vitandi vóru aldursbólkarnir ávíkavist 17-18 og 15-16 áðrenn hetta, sum so merkir at nakrir eitt sindur yngri dreingir og nakrar eitt sindur eldri gentur sleppa við, tá ið Junior-HM verður í Peru í 2010.

Eingir Oyggjaleikir í Føroyum ár 2015

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so hevur Ítróttarsamband Føroya nú slept ætlanunum um at hava Oyggjaleikir í Føroyum ár 2015, við støði í verandi ítróttaanleggum, verandi gistingarmøguleikum, fíggjarligu støðuni í samfelagnum, kostnaði hjá hinum londunum at koma higar, “og ikki minst, hvørjar aðrar oyggjar bjóða seg fram at vera vertir fyri Oyggjaleikunum í 2015”. Niðurstøðan er eisini grundað á, at stórt og umfatandi og ikki minst kostnaðarmikið tilfar skal framleiðast innan 1. september í ár, tá freistin at bjóða seg fram til 2015 fer. Tann pening metir ÍSF seg ikki at eiga at nýta, nú møguleikarnir allíkavæl ikki eru so góðir at fáa leikirnar.