Viðfesti er innbjóðingin frá Svimjisambandi Føroya, til SmáUnglingaMeistarastevnuna 2009, sum verður í Klaksvík tann 25.-27. apríl 2009. Kappingin er fyri bólkarnar 1, 2 og 3, sum í ár eru gentur føddar 1995 og yngri, og dreingir føddir 1993 og yngri. Grodan tilmeldingarfílan kemur ein av fyrstu døgunum.
Category: Kapping
Avstralar strika heimsmetið hjá Alshammar, tí hon var í tveimum draktum
Ekstra Bladet og SwimNews.dk vita nú at siga, at tað allíkavæl ikki varð til heimsmet hjá svensku Therese Alshammar í gjár, tá ið hon á avstralsku langbanameistarastevnuni svam 25.44 í 50 firvald. Trupulleikin var nevniliga, at hon var í tveimum svimjidraktum, í mótstríð við nýggju FINA reglurnar frá leygardegi av, og at dómararnir tí sóu seg noyddar at kolldøma hana. Alshammar hevur valt at kæra avgerðina. Les eisini SwimNews.com
Tveir bretar undir heimsmetið í 400 frí
Man má siga at bretar verða bara meira og meira klárir til OL í London 2012, nú Rebecca Adlington á bretsku langteinameistarastevnuni í gjár mátti noyðast við silvur við tíðini 4:00.89, hóast hon var undir ‘gamla’ heimsmetið hjá Federica Pellegrini á 4:01.53, tí at (eisini bretska) Joanne Jackson vann gull og setti heimsmet við tíðini 4:00.66. Les SwimInfo
Alshammar nýtt heimsmet í 50 firvald
Svenska Therese Alshammar svam 25.44 á Australian Long Course Championships í Sydney í gjár, har heimsmetið hjá henni frá 2007 var 25.46. So hasin trupulleikin slapp ikki at verða leingi, at svenska metið var betri enn tað evropeiska. Les swiminfo.com
Afturlit: Skálafjarðarsvimjingin 2000
Bartal hevur hjálpt mær at fáa hesa videoina á netið, sum er video frá Skálafjarðarsvimjingini 2000 í fullari longd. Stuttligt at síggja so nógv kend andlit í videoini, sum ikki akkurát tá vóru so øgiliga nógv frammi í svimjingini. Og orsaka tann nógva vindin, og óstøðugu myndina undir sjálvari svimjingini… vánaligt kamera, vindur, og so rullaði tað jú 🙂
Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum
Kanadiska Annamay Pierse setti í gjár nýtt heimsmet í 200 bringu, við at svimja 2:17.50 á kanadisku stutthyljameistarastevnuni, har heimsmetið hjá avstralsku Leisel Jones frá Melbourne í 2003 var 2:17.75.
Her er eitt brot við Pierse frá OL í Beijing, har hon gjørdist nr 6 …
So er Dubai sáttmálin samtyktur
Allar svimjidraktir, verandi sum komandi, skulu latast inn til FINA at eftirkannast áðrenn 31. marts 2009, um tær skulu kunna nýtast á HM í Rom í 2009. Fyrr nevndu avmarkingar verða galdandi fram til 31. desember 2009, at draktin má ikki dekka nakka ella út um akslar og øklar. Draktin má ikki skapa luftlummar, og má í mesta lagið verða 1 mm tjúkk. Hon má ikki flóta meira enn 1 Newton (t.e. 100 gr), og FINA skal sum nevnt eftirkanna allar áðrenn 31. mars 2009, sum skulu nýtast fram til 31. desember 2009. Draktin má ikki stimulera svimjaran á nakran hátt, við t.d. pínudoyving ella útlát av onkrum kemiskum/medisinskum, elektro-stimulatión ella líknandi. Loyvt er ikki at tillaga draktirnar til serstakar svimjarar, og svimjarin má ikki brúka meira enn eina í senn.
HM fær ikki nýggjar skamlar, men video til dómararnar
Hetta eru fyrstu tíðindini úr Dubai, har FINA stjórnin fundast í hesum døgum. Ein nýggj skipan við undirvatns-videotólum verður sett upp á heimsmeistarastevnuni í Rom, sum dómararnir so kunnu brúka til at eftirmeta møgulig ivamál. Hin vegin verða nýggju ‘trackstart-skamlarnir’ ikki tøkir, við tað at ov fáir svimjarar hava havt møguleika at venja seg við teir. Les swimnews.com
Alshammar mist evropamet tí hon forsømdi dopingroyndina
Svenska Therese Alshammer svam herfyri undir evropametið í 50 firvald, á japansku stutthyljameistarastevnuni í Tokyo, men fekk tað ikki, tí at hon ikki hevði verið gjøgnum kravdu dopingtestina, innan 24 tímar eftir at hon setti tíðina. Sjálv sigur hon nú, at hon ikki hugsaði um metið fyrr enn hon var heima aftur í Sydney. Les t.d. swimnews.dk og svt.se
800 frí á veg burtur úr OL skránni?
Tað má verða nakað um tað, síðani bretska Rebecca Adlington nú alment heitir á FINA, um ikki at taka sína grein burtur úr skránni. Hon vil gjarna sleppa at verja sítt OL gull í 800 frí á Olympisku Leikum í London í 2012, men FINA er eftir øllum at døma í ferð við at skifta 800 frí hjá kvinnum út við 1500 frí, so at menn og kvinnur svimja somu greinir, og til at umganga at tað verða ov nógvar greinir á skránni. Les swimnews.dk