Tiltikna ferðahepnið hjá Jón Bjarnasyni má hava verið uppá spæl aftur í morgun, tá ið SuSvim svimjararnir og Astrið úr FLOT fóru úr Vágum í øllum góðum, fyri síðani at skula lenda aftur í Vágum, tí at eitt hjól ikki vildi fara upp á pláss. Nú eru tey tí enn í Vágum, til einaferð kl 16 seinnapartin, og mugu so eftir øllum at døma taka taxa úr Keypmannahavn til Esbjerg í kvøld.
Category: Kapping
Heimsmet til Muñoz Perez
Apropos apropos, so sorlaði spanski Rafael Muñoz Perez í dag heimsmetið hjá Roland Schoeman í 50 firvald, tá ið hann við tíðini 22.43 svam meira enn eitt ½ sekund undir gamla heimsmetið á 22.99, á sponsku meistarastevnuni í langhyli. Aschwin Wildeboer, sonur danska landsliðsvenjaran, sum venur í Danmark, setti eisini evropamet í 100 rygg, við at svimja 52.93 har evropeiska metið hjá russiska Arkady Vyatchanin var 53.06. Les SwimNews.dk her og her.
Upptakt til Danish Open 2009
Týsmorgunin byrjar danska meistarastevnan í langhyli, har m.a. 12 føroyskir svimjarar skulu luttaka fyri svimjifeløgini SuSvim, FS, FLOT, Aalborg og WestSwim. Útlitini til heiðursmerki eru sum kunnugt rættiliga góð, serliga hjá Elspu Mørkøre og Pál Joensen, og hartil er stevnan sum heild ógvuliga týðandi hjá øllum okkara luttakandi føroyingum, við tað at hon er ein av síðstu kjansum at klára kravtíðir til Oyggjaleikir og HM í summar.
Continue reading Upptakt til Danish Open 2009
Nýtt evropamet í 100 firvald hjá monnum
Apropos søguna um Jaked draktirnar fríggjadagin, so setti spanski Rafael Muñoz Perez í gjár nýtt evropeiskt met í 100 firvald, við tíðini 50.54 á sponsku meistarastevnuni í langhyli. Serbiski Milorad Čavić átti gamla evropametið, frá tá ið hann á OL í Beijing tapti við éinum hundraðparti á Michael Phelps, vegna eitt vánaligt innslag. Les swimnews.dk
Jaked stóri sigursharrin á sveisisku meistarastevnuni
Jaked draktirnar vóru kanska ikki akkurát tær vakrastu á EM í Kroatia, men rigga tó væl allíkavæl. Í øllum førum hevur onkur venjari forklagað seg yvirfyri Craig Lord her á SwimNews, at hetta merkið varð nýtt til at seta 22 av 23 metum á sveisisku meistarastevnuni herfyri, har til dømis allir finalistar í 100 og 200 bringu brúktu Jaked, við eini meðal betring á 4 sekund í part. Draktin er vátdrakts-líknandi sum BlueSeventy, og nú hótta tey við at tær eisini verða at síggja á donsku meistarastevnuni í næstu viku, har nógvir føroyingar sum kunnugt fara at luttaka.
Continue reading Jaked stóri sigursharrin á sveisisku meistarastevnuni
Innbjóðing til Oyggjaleikaúttøkustevnuna 2009
Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so bjóða Havnar Svimjifelag og SMS til svimjistevnu í Gundadali tann 17. – 19. apríl 2009, ið samstundis er síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Álandi í summar. Kappast verður fríggjakvøld frá kl 19:40, leygarmorgun frá kl 9:00, leygardagin frá kl 16:30 og sunnudagin frá kl 14:00, í øllum viðkomandi greinum umframt nøkrum liðkappingum. Tilmeldingarnar skulu vera HS í hendi í seinasta lagi mikukvøldið 15. apríl kl 20:00.
FINA setur hælarnar í: Framyvir skulu draktirnar vera úr ull
Gjárdagurin 31. mars var sum kunnugt seinasta freist hjá framleiðarum av svimjidraktum at senda inn sínar draktir til test hjá FINA, og ágangurin hevur tí verið rættiliga rættiliga harður á altjóða svimjisambandið, at koma við eini fyribils útmelding. Opinbart ov harður, tí í yvirlýsing á www.fina.org sigur sjálvur FINA-forsetin nú, at “People have been complaining so much about these new suits, that we have decided to go back to the originals”. Og tí er endaliga avgjørt, at fara aftur til uppruna svimjidraktirnar úr ulli, so at svimjarin í dag kann samanberast við allar aðrar svimjarar, líka aftur til legendur sum Johnny Weissmuller og Duke Kahanamoku. Hetta verður sett í gildi per dags dato, 1. apríl 2009. Søgan sigur einki um, í hvønn mun vit sleppa at behalda svimjibrillurnar. Les annars meira á SwimNews.com
Alfréd Hajós – the First Olympic Champion in swimming, Athens 1896. Wikimedia.org
Continue reading FINA setur hælarnar í: Framyvir skulu draktirnar vera úr ull
DÅM
hvar finni eg kravtíðirnar til DÅM??
WADA linkar um krøvini til TUE undantaksloyvi
Fram til 1. januar 2009 skuldu í prinsippinum øll skaffa sær undantaksloyvi til heilivág, um tey til dømis vóru astmatikarar sum íðkaðu ítrótt, og tí høvdu brúk fyri heilivág sum annars stóð á dopinglistanum. Men nú eru reglurnar broyttar, til at flest øll kunnu biðja um undantaksloyvini eftir møguliga dopingtest, meðan ítróttarfólk á altjóða støði framvegis skulu hava latið inn TUE undantaksloyvi áðrenn dopingtestina.
Continue reading WADA linkar um krøvini til TUE undantaksloyvi
Slutt við at føroyingar kunnu seta donsk met
Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, so hava danir nú broytt reglurnar fyri hvør sum kann seta danskt met, til at tað ikki longu ber til hjá føroyingum og grønlendingum at seta sovorðin, uttan so tey beinleiðis hava skift til at hoyra til danska svimjisambandið. Broytingin verður framd við afturvirkandi kraft, og tey nevna beinleiðis at Pál Joensen hervið missir síni donsku met.
Continue reading Slutt við at føroyingar kunnu seta donsk met