Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2023 vísa her til beinleiðis stroyming frá øllum stevnupørtum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum, at verða her á boxcast.tv.
Stevnupartarnir eru innleiðandi frá kl 10:00 og finalur frá kl 18:00

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2023 vísa her til beinleiðis stroyming frá øllum stevnupørtum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum, at verða her á boxcast.tv.
Stevnupartarnir eru innleiðandi frá kl 10:00 og finalur frá kl 18:00
ÍSF ávarar her um falskar Facebook-síður og bólkar, sum geva seg út til at vera ein av fyriskiparunum, sum bjóða stroyming og live updates frá tiltøkunum á Oyggjaleikum. Hesi krevja at man skrásetur sítt gjaldskort og rindar fyri hetta.
Offisiella síðan finst her, við leinki til ókeypis stroyming
So er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 liðugt avgreitt, sum var í Jönköping í Svøríki. Tað gekk væl hjá okkara svimjarum – Bjarta setti tvey persónlig met og Róa fýra, og hartil svam Róa seg til silvurnál við stjørnu, umframt at hon endaði beint uttanfyri heiðursmerkini í 400 frí.
Oddvaldur Leivsson (2008) úr Havnar Svimjifelag megnaði í dag at vinna sær bronsuheiðursmerki á svimjistevnuni “MM Telekom Slovenije 2023” í Radovljica í Slovenia, tá ið hann í finalu í 100 metra ryggsvimjing svam 1:07.78 og triðskjótast av øllum dreingum 16 ár og yngri. Sí úrslitalistan her
Nú er setanin so smátt byrjað, har m.a. Líggjas ber vatnið fyri Føroyar. Sambært Facebook-síðuni hjá fyriskiparunum verður setanin ikki stroymað, kanska onkur veit eina aðra rás?
Her er eitt videobrot frá sjónvarpsrásini FITV, har vit vitja eina venjing hjá oyggjaleikaliðnum hjá Falklandsoyggjum. Tey hava sent 6 svimjarar til Guernsey, liðið sæst her á results.guernsey2023.gg
Nú tey hava avgreitt fyrsta stevnupart á MM Telekom Slovenije 2023, eru tríggir føroyskir svimjarar víðari til finalur í kvøld
Føroysku úrslitini síggjast øll her á Swimify. Gevið gætur at 400 blandað, 800 frí og 1500 frí ikki er liðugt avgreitt enn – har bíða 8 tey skjótastu til besta riðil í kvøld.
Hetta vikuskiftið luttaka 9 ungir svimjarar úr Havnar Svimjifelag á svimjistevnuni MM Telekom Slovenije 2023 í Radovljica í Slovenia. Luttøkan hjá teimum sæst her á Swimify, har eisini startlistar og úrslit síggjast her.
Úrslitini hjá HS-svimjarunum fara at kunna síggjast her á Swimify, so hvørt sum tey avgreiða hetta ymiska.
Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 er í Jönköping í Svøríki, nú leygardagin 8. juli og sunnudagin 9. juli 2023, við luttøku av eisini tveimum ungum føroyskum svimjarum. Sviar stroyma her á livetiming.se, har úrslitini eisini síggjast beinleiðis her og listaði her, umframt her á Swimfy.
Hetta vikuskiftið er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 í Jönköping, við luttøku av eisini tveimum ungum føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á Swimify, sviar heilsa at teir ætla at stroyma frá hesi stevnu.