Kanadiska Summer McIntosh setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni svam seg til úrslitið 2:01.65. Hon tók tá elsta heimsmetið í bókini, sum var 2:01.81 hjá kinesisku Liu Zige frá ‘superdrakt-tíðini’ í kinesisku meistarastevnuni í Ji Nan í 2009.
Category: Kapping
Úrslit frá NMU 2026
Her eru úrslitini frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2026, sum norska svimjisambandið skipaði fyri í Oslo nú mánadagin 29. og týsdagin 30. juni 2026. Úrslitini síggjast eisini her á medley.no og her á SwimRankings

Úrslit frá FML/JML 2026
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á Langgeil 2026, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipaðu fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. til 7. juni 2026.
Úrslitini síggjast eisini her á Swimify og her á SwimRankings

Startlistar til NMU 2026
Nú mánadagin 29. og týsdagin 30. juni er Noregi vertur fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2026, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Stevnusíðan er her á medley.no, við leinki til startlistar

Kate Douglass 23.59 og nýtt heimsmet í 50 frí
Amerikanska Kate Douglass setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á TYR Pro Swim Series stevnu í Indianapolis svam seg til úrslitið 23.59 sekund. Svenska Sarah Sjöström átti metið á 23.61 frá HM í Fukuoka í 2023.
Startlistar til FML/JML 2026
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2026, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadagin hin 5. juni til sunnudag hin 7. juni. Startlistarnir síggjast eisini her á Swimify

Úrslit frá Ægir-sprint 16. mai 2026
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 16. mai 2026. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Úttøka til EM 2026
Starvsnevnd SSF hevur samtykt fylgjandi úttøku til EM 2026, sum verður í París í Fraklandi hin 10. til 16. august 2026.

Startlistar til Ægir-sprint 16. mai 2026
Ægir skipar í morgin fyri svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll, kallað Ægir-sprint. Startlistarnir síggjast nú her á Swimify

Innbjóðing til Ægir-sprint 16. mai 2026
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 16. mai 2026.

