Signhild Joensen úr Ægir gjørdi nakað óvæntað í 2. riðli í 200 frísvimjing tá hon frá byrjan legði seg á ryggin og sparkaði seg fyrst á mál. Tíðin hjá henni var 2:45.42, nakað spakuligari enn Cecilia, Victora, Lív og hinar í 3. og síðsta riðli, men ikki sørt imponerandi at svimja so skjótt uttan brúk av ørmum. Sí video av riðlinum her.
Category: Kapping
Krista Mørkøre bronsu í 400 frí á NM í Stokkhólmi
Krista Mørkøre hevur í dag roynt seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri brekað, sum er í Eriksdalsbadet í Stokkhólmi hetta vikuskiftið, og megnaði hon har at vinna sær bronsuheiðursmerki í 400 metra frísvimjing, har hon tók heili 10 sekund av síni bestu tíð, umframt at seta persónlig met eisini í 50 firvald. Tað er eitt sindur trupult at fáa skil á úrslitalistanum, tí tey brúka onkra poengskipan afturat tíðunum, og lista eisini úrslitini frá NM, NM 14 og Stockholm International Para Games alt á sama lista. Men generelt liggur hon nr 2 í meðal av teimum sum bera sama brek sum hon, og 4-5 av øllum óansæð brek, so tað er avgjørt gott nú hon fyrstu ferð kappast í ‘opna’ (vaksna) bólkinum. Tey kappast víðari í morgin, úrslitini síggjast her á livetiming.se.
(Krista á IDM 2013 í Berlin. Torkil Mørkøre eigur myndina)
Startlisti til SMS-stevnu í Tórshavn hin 2. og 3. november 2013
Viðfestur er startlistin til HS-stevnuna nú leygardagin og sunnudagin 2. og 3. november 2013, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Gundadali. Hendan stevnan er seinasta freist at klára kravtíð til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna sum verður í Tórshavn hin 6. til 8. desember 2013, og til Evropeisku Meistarastevnuna á Stuttgeil sum verður í Herning í Danmark hin 12. til 15. desember 2013.
Krista Mørkøre til NM / Stockholm International Para Games 2013
Sum tit kunnu lesa her á isb.fo, so skal Krista Mørkøre hetta vikuskiftið royna seg á Norðurlendskari Meistarastevnuni fyri brekað, sum verður í Eriksdalsbadet í Stokkhólmi. Live Timing sæst her, har vit síggja at hon er styrkismett sum nr 3 í sínum bólki í 400 frí, nr 5 í 100 frí, nr 2 í 50 bringu, nr 3 í 50 firvald og nr 4 í 50 frí. Hetta er fyrstu ferð at Krista skal royna seg í opna bólkinum. Til ber at síggja kappingina beinleiðis á LiveTiming SuperLive.
Føroyingar væl fyri á startlistanum til DM á stuttgeil
Danska Svimjisambandið hevur nú almannakunngjørt startlistan til DM á stuttgeil, sum verður í Gladsaxe hin 14. til 17. november 2013. Ikki óvæntað eru tað fleiri føroyingar sum liggja væl fyri á listanum, til at taka heiðursmerki og koma í finalu, umframt fyri teir donsku føroyingarnar at svimja seg á danska EM-liðið. Eg havi her í tí fylgjandi skimmað ígjøgnum startlistan, at síggja hvussu føroyingarnir standa seg.

Continue reading Føroyingar væl fyri á startlistanum til DM á stuttgeil
Kravtíðir til NJM, NM og EMS 2013
Kunning frá Svimjisambandi Føroya
Starvsnevnd SSF hevur á fundi hin 28. oktober 2013 ásett fylgjandi kravtíðir til komandi Norðurlendsku JuniorMeistarstevnu og Meistarastevnu, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali í Tórshavn hin 6. til 8. desember 2013, umframt til Evropeisku Meistarastevnuna á Stuttgeil sum verður í Herning í Danmark hin 12. til 15. desember 2013.
Innbjóðing til FS stevnu í Fuglafirði 9. november 2013
Rætting! Aldursbólkarnir her undir vóru ásettir skeivt, at vera børn fødd 2002-2005. Men tað eigur at vera 2001-2004, fram til ársskiftið. Takk Anita!
Viðfest er innbjóðing til FS stevnu sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í Fuglafjarðar skúla leygardagin hin 9. november 2013, fyri bólkar 2 og 3 gentur og 3 og 4 dreingir. Tað eru gentur og dreingir fødd í 2001, 2002, 2003 og 2004. Hetta er stevnan sum varð útsett herfyri.
Innbjóðing til SMS stevnu í Havn hin 2. og 3. november 2013
Viðfest er innbjóðing til SMS kapping í Havn hin 2. og 3. november 2013, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Har stendur oktober í innbjóðingini, men tað er ein prentvilla. Svimjistevnan er ‘opin’, tað vil siga ikki aldursbýtt, men skipað soleiðis at bara ein bólkur er hjá monnum og ein hjá kvinnum, har øll tey sum hava hug at luttaka so annars kunnu luttaka, líkamikið aldursbólk. Kravtíðarskipanin til NJM og NM í Havn hin 6. – 8. desember er ikki fastløgd enn, men hendan stevna verður mest sannlíkt ein hin seinasti møguleikin at gera vart við seg sjálvan, áðrenn landsliðini verða úttikin.
Pál og Magnus gull aftur í dag á eysturdonsku meistarastevnuni á stuttgeil
Pál Joensen tryggjaði føroyingum greipuna í 1500 metra frísvimjing á donsku regiónsmeistarastevnunum, tá ið hann á Østdanske Kortbanemesterskaber í Farum svam teinin uppá 15:00.85, har Alvi Hjelm hevði vunnið tilsvarandi teinin í Århus. Pál hevur fyrr svomið teinin væl skjótari enn tað – ávíkavist 14:32.15 í superdrakt og 14:36.93 uttan – men tað er so tað. Hann er í tungari venjing.
(Jákup Jacobsen eigur myndina, frá DM á langgeil í vár)
Magnus Jákupsson vann sær eisini gull, við tíðini 1:58.62 í 200 metra ryggsvimjing, trygt frammanfyri Anders Jensen á 2:01.54 og Kevin Witt Christensen á 2:04.67. Besta tíð hjá Magnusi er 1:57.33, frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í fjør. Magnus vann sær hartil saman við liði sínum Sigma silvur í 4×50 frí og síðani eisini silvur í 4×100 blandað. Í 4×50 frí svam Magnus sum fyrsti maður teinin uppá 22.96 sekund, har føroyska metið til samanberingar er (Pál) 23.19 frá Oyggjaleikum í 2009. Og í 4×100 blandað svam hann sum fyrsti maður 100 rygg uppá 54.55, har besta tíð hjá honum yvirhøvur er 52.42 frá donsku meistarastevnuni fyri lið í vár.
Markus Joensen svam seg við tíðini 30.78 til eitt 12. pláss í 50 bringu, meðan Astrið Foldarskarð í 4×50 frí hjálpti VAT til eitt sjeyndapláss. Okkurt føroyskt úrslit burdi eisini verið frá finaluni í 200 blandað fyri menn, sum Markus í morgun kvalifiseraði seg til við fjórbestu tíð 2:10.05; men finaluúrslitið manglar har enn á livetiming.dk. Somuleiðis burdi okkurt úrslit verið hjá Magnusi frá finaluni í 100 firvald, har Magnus í innleiðandi í morgun svam næstbestu tíð 55.25.
Alvi 15:53.14 og gull í 1500 frí á vestdonsku meistarastevnuni á stuttgeil
Alvi Hjelm megnaði í dag at vinna sær greitt gullheiðursmerki á Vestdanske Kortbanemesterskaber, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:53.14, har hin næstskjótasti svam 16:08.24 og triðskjótasti 16:09.65. Hetta var sikkurt eisini gull eisini í juniorbólkinum, við tað at Alvi hevur aldur til tess, og tey vist nokk geva heiðursmerki eisini til juniorar. Besta tíð hjá Alva er annars 15:35.56, frá NJM í Vaasa í fjør.
Guðrun Mortensen megnaði í B-finaluni í 100 frí at svimja teinin uppá 59.95, sum var næstbesta tíð í B-finaluni, og sjeyndbesta um man hyggur at tíðunum í A-finaluni eisini. Í innleiðandi hevði hon 11. bestu tíð 1:00.48, har 8 sloppu í A-finaluna. Besta tíð hjá Guðruna er 57.62, frá FM í vár.
Frans Johannesen hevði aftur í dag úr at gera, við at heinta heiðurmerki til barndómsfelag sítt Esbjerg. Fyrst var hann við til at vinna gull í 4×50 frí, saman við stórabeiggja sínum Sørin Martin, og síðani vann hann silvur í 100 frí, silvur í 200 bringu, og at enda eisini silvur í 4×100 blandað.








