Signhild 2:19.46 og nýtt føroyskt juniormet í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarstevnuni 2014 svam teinini uppá 2:19.46. Hon átti sjálv juniormetið á 2:19.80 frá úttøkustevnuni í november mánaða. Signhild varð nr 4 nú á NJM, eitt sekund frá bronsuni. Sí úrslitalistan her á livetiming.se

Startlistarnir til NJM/NM 2013 síggjast nú á LiveTiming

Tað er jú longu fríggjadagin, og startlistarnir síggjast tí nú her á LiveTiming. Íslendingar koma í morgin og restin (vónandi) hósdagin umleið á døgverða. Føroyska liðið møtir á Hotel Føroyum hósdagin kl. 15.00. Innleiðandi kappingarnar eru hvønn morgun frá kl 9.30 og finalur frá kl 16.30.

njc-2013_entry-lists

Eitt sindur um NJM/NM 2013

Nú fríggjamorgunin 6. desember byrjar árliga Norðurlendska JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan í svimjing 2013, sum Svimjisamband Føroya hesa ferð skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fram til sunnudagin 8. desember. Viðfest er innbjóðingin sum varð send norðurlendsku tjóðunum; tað frættist at allar tilmeldingarnar eru komnar, og at tað tí ikki verður so leingi til vit kunnu síggja ein startlista. Sí eisini LiveTiming og njs2013.org.

My seat at the Faroe Champs 2013

Svøríki kunngjørt sítt lið til NJM/NM 2013 í Føroyum

Svenskarar hava júst avgreitt sína stutthyljameistarastevnu, og kunngjørdu tey tá sítt lið til norðurlendsku juniormeistarastevnuna og meistarastevnuna sum verður Havn hin 6. til 8. desember 2013. Eg havi roynt at leitað fram teirra árgangir, og haldi meg síggja at tey bara 6 dreingir til NJM, umframt 6 kvinnur og 6 menn til NM.

NJM 2013

  • Isak Eliasson (1996), Mölndal
  • Simon Wanna (1996), Uddevalla
  • Marcus Forsgren (1996), Norrköping
  • Viktor Kertes (1996), Helsingborg
  • Markus Fürst (1996), Väsby SS
  • Patrik Löfgren (1996), Mölndal

NM 2013

  • Oskar Mikaelsson (1995), Skellefteå ASS
  • Fabian Bergman (1994), Saltsjöbaden
  • Sebastian Dobrescu (1994), Jönköping SS
  • Joachim Bratt (1995), Mölndal
  • Anton Andersson (1993), Jönköpings SS
  • Christopher Jedel (1995), Mölndal
  • Wanda Dollmayer (1996), SK Ran
  • Jaqueline Hippi (1996), Väsby SS
  • Jessica Eriksson (1993), SK Neptun
  • Josefin Eriksen (1995), Järfälla Sim
  • Maria Galic (1995), Jönköping SS
  • Vendela Norrman (1995), Tyresö SS

Danska landsliðið úttikið til NJM/NM 2013

SwimNews.dk veit í kvøld at siga, at hesir svimjarar eru úttiknir til at umboða Danmark á Norðurlendsku Juniormeistarastevnuni og Meistarastevnuni í Tórshavn hin 6. til 8. desember 2013.

Nordiske Junior Mesterskaber

Piger

  • Amanda Højbjerg Lyngby Svømmeklub
  • Josephine Holm Kvik Kastrup
  • Signe Bro Gentofte Svømmeklub
  • Josefine B. Pedersen VAT-Copenhagen / MK 31
  • Anna Boutrup Sigma Swim Birkerød
  • Maria Grandt Hovedstaden Svømmeklub
  • Caroline Erichsen Sigma Swim Birkerød

Drenge

  • Jonas Nervil Kiptorp Lyngby Svømmeklub
  • Marcus Krøyer Svendsen Kvik Kastrup
  • Jakob Klint Axelsen Lyngby Svømmeklub
  • Nicholas Blanch Aalborg Svømmeklub
  • Gustav Friberg Ringsted Svømmeklub
  • Christian V. Rasmussen STO / OSK

Continue reading Danska landsliðið úttikið til NJM/NM 2013

SSF sóknast eftir heiðursmerkjahandarum til NJM/NM 2013

Umbøn frá Svimjisambandi Føroya

Hey tit øll.
Kunnu tit bera tykkara svimjarum hesa heilsan:

Til allar svimjarar, bæði gentur og dreingir í aldrinum 9 til 14 ár.
Um tit lata tykkum í føroysk klæðir, eru tit væl komin at bera heiðursmerkir, tá NJM / NM stevnan verður í Havn 6., 7. og 8. des. 2013.
Á stevnuni verða svimjarar úr Estlandi, Finnlandi, Svøríki, Norra, Danmark, Íslandi og úr Føroyum.
Finalurnar verða sjónvarpaðar.
Áhugaði kunnu ringja ella senda sms til Jórun Eið tlf 584473.

Takk
Jórun

DSC_0006

Norska landsliðið funnið til NJM/NM 2013 í Tórshavn

Norðmenn skipaðu her um vikuskiftið fyri sínari árligu ungdómsmeistarastevnu, og hava tey í tí sambandi tikið út tað lið sum kemur til Føroyar at kappast hin 6. til 8. desember 2013. Tey verða 7 gentur og 11 dreingir til NJM, íroknað teir báðar langteinararnar Henrik Christiansen og Ole Martin Bjørlykke, umframt 2 til NM.


Continue reading Norska landsliðið funnið til NJM/NM 2013 í Tórshavn