Barcelona 2013 setti stórt met í tal av sjónvarpshyggjarum

Altjóða svimjisambandið FINA sigur í tíðindaskrivi í dag, at heimsmeistarastevnan í Barcelona í summar hevði metstóra hyggjarafjøld; tilsamans næstan 4.5 milliardir hyggjarar um allan heimin. Hetta er eitt stórt lop uppeftir, í mun til teir næstan 3.7 milliardir sjónvarpshyggjararnar sum fylgdu við heimsmeistarastevnuna í Shanghai í 2011. HM í Barcelona varð víst í tilsamans 185 londum.

“These impressive figures definitively improve the value and prestige of our main event, the FINA World Championships. FINA and Aquatics are definitively top players in the very competitive sport business market. These results are due to our superb Stars and their outstanding performances, and to the great support received by our 203 National Member Federations around the world”, said the FINA President Dr. Julio C. Maglione.

Impressive camera array at BCN2013

Eyka úttøka til NJM og NM 2013

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 7 svimjarar til Norðurlendsku
Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2013, afturat teimum 11 sum kláraðu kravtíðirnar.

Til NM 2013

  • Turið S. Christiansen, Ægir
  • Beinta P. Debes, Havnar Svimjifelag
  • Rutt Agnarsdóttir, Havnar Svimjifelag

DSC02660

Til NJM 2013

  • Lena Rannváardóttir, Havnar Svimjifelag
  • Sólrun Kjærbo, Suðuroyar Svimjifelag
  • Janus E. Hofgaard, Havnar Svimjifelag
  • Helga Nielsen, FLOT

Venjararnir verða Petur Heðin á Fløtti, Jón Bjarnason, Kristian Martin Joensen og Rúni Gaardbo.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Sun Yang nú fullkomiliga bannaður frá venjing og svimjing

Sum tit kunnu lesa her á SwimmingWorld og her á Xinhua News, so hevur kinesiska svimjisambandið nú valt at bannað Sun Yang frá allari venjing og kapping, í óavmarkaða tíð, fyri gøluna nú hann hevði koyrt og krasjað bil uttan koyrikort. Tað hevur ikki so øgiligan týdning fyri okkum beint nú, tí tað er eitt heilt ár til næsta HM … men tað svíður nokk at ikki sleppa at venja og kappast, hvørki í Kina ella uttanlanda.

Sun Yang enters the Palau Sant Jordi BCN2013 arena

Innbjóðing til FOMM 2013

Leygardagin 16. november 2013 bjóðar Masternevndin hjá Svimjisambandi Føroya saman við Ægir fyri fjórðu Føroysku Opnu Master Meistarastevnu, í svimjihøllini í Gundadali. Heiðursmerki verða latin til tríggjar teir bestu svimjararnar í hvørjum aldurbólki, og tíðarætlanin er til at yvirkoma; frá klokkan 17 til 20, eftirfylgd av hugnaløtu í ÍSF-húsinum. Sí viðfestu innbjóðing.

That feeling

Avstralia 2 ferðir heimsmet í 4×50 blandað mix í dag

Avstralia megnaði í dag tvær ferðir at seta heimsmet í 4×50 blandað fyri mix lið (tað eru menn og kvinnur), tá ið tey fyrst í innleiðandi svumu 1:39.08, har heimsmetið hjá Fraklandi var 1:39.54, fyri síðani í finaluni at trýsta heimsmetið niður á 1:38.02. Heimsmetið er harvið eisini farið niðurum óoffisiella heimsmetið, sum var Frakland 1:38.74 frá EM í Chartres í fjør. At tað frá Chartres ikki var skrásett sum heimsmet, komst av at FINA fyrst nú í heyst góðkendi hesa grein sum eina man kann seta heimsmet í. Liðið hjá Avstralia nú vóru Robert Hurley (rygg), Christian Sprenger (bringa), Alicia Coutts (firvald) og Cate Campbell (crawl).

Sun Yang fongslaður í 7 dagar fyri at hava krasjað uttan koyrikort

Ja puha, Olympiski meistarin og heimsmeistarin Sun Yang var fyrradagin í eini ferðsluvanlukku, har hann rendi uppí reyvina á einum bussi í einum Porsche Cayenne sum hann hevði lánt frá familju. Og tað vísti seg so at hann einki koyrikort hevur. Hann hevur umborið seg almennt, men skal tó sita 7 dagar í gegli, umframt at hava fingið eina ókenda upphædd í bót. Og nú hevur skúlin hjá honum útilokað hann frá kapping í óásetta tíð. Varastjórin har sigur sambært SwimmingWorld: “Fyrst skal hann gjølla hugsa um hvat ið hann hevur gjørt. Síðani má hann byrja aftur við skipaðu venjingini. Og fyrst aftaná eina langa periodu av venjing, kunnu vit umhugsa at senda hann til kapping aftur.” Tað er enn ókennt hvussu kinesiska svimjisambandið fer at reagera.

Sun Yang on top of the BCN2013 men's 1500 free podium

Her umrøður China View málið

Og her CCTV, við einum lítlum glimt av Joensen

Chad Le Clos 1:48.56 og nýtt heimsmet í 200 firvald

Le Clos and Lochte racing the men's 100 fly at Istanbul 2012Suðurafrikanski Chad Le Clos setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á World Cup stevnuni í Singapore svam teinin uppá 1:48.56, har hansara egna heimsmet frá World Cup í Eindhoven fyrr í heyst var 1:49.04. Ungi suðurafrikanin er sostatt fyrsti svimjari nakrantíð undir 1:49 í 200 firvald. Sí úrslitalistan her.

Úttøka til NJM, NM og EMS 2013

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út niðanfyri standandi til NJM, NM og EMS 2013, sum hava klárað kravtíð innanfyri kravtíðarskeiðið:

Til NJM 2013:

  • Óli Mortensen, Markus Joensen og Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag
  • Alvi Hjelm, Victoria W. Eysturdal og Ásbjørg Hjelm úr Ægir
  • Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag

DSC02606

Til NM 2013:

  • Birita Debes, Jonna B. Thomsen og Cecilia Eysturdal úr Ægir
  • Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag

Til EMS 2013:

  • Pál Joensen, Eyðbjørn Joensen og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Birita Debes, Alvi Hjelm og Astrið Foldarskarð úr Ægir
  • Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag

Svimjisamband Føroya kemur hartil innan heilt fáar dagar at taka út nakrar eyka ‘wild card’ svimjarar, til NJM og NM.

DSC01239

Ægir vann mest á HS-stevnuni 2. og 3. nov. 2013

Svimjifelagið Ægir vóru greitt oftast í oddinum, nú svimjistevna var í Havn í vikuskiftinum; 16 fyrstapláss í mun til 11 hjá vertunum, serliga í kraft av at Birita Debes vann 5 kappingar. Suðuroyar Svimjifelag var týðiligvís skert av hóttanini um verkfall, sum so allíkavæl ikki bleiv til nakað; men tó so var mest vinnandi svimjarin hjá monnum Eyðbjørn Joensen úr SuSvim. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag stóð fyri besta avrik yvirhøvur, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing megnaði at svimja teinin uppá 15:43.63 sum gevur 731 FINA stig, meðan besta avrik hjá kvinnum var Birita Debes við 29.01 og 695 FINA stigum í 50 rygg.

DSC02603
Continue reading Ægir vann mest á HS-stevnuni 2. og 3. nov. 2013

Úrslit frá SMS stevnuni 2. og 3. november 2013

Viðfestur er úrslitalistin frá SMS stevnuni hin 2. og 3. november 2013, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Hartil RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Úrslitini kunnu eisini síggast her á livetiming.dk. Svimjisambandið fer vónandi í morgin at kunna kunngera, hvørji sum eru úttikin til NJM, NM og EMS 2013. Og í annaðkvøld verður allarhelst okkurt um svimjing í 3-2.

DSC02562