Umboð fyri Svimjisamband Føroya eru í hesum døgum á norðurlendskari ráðstevnu um skúlasvimjing, sum Dansk Svømmeunion skipar fyri saman við Syddansk Universitet (FIIBL – Forsknings- og Innovationscenter for Idræt, Bevægelse og Læring).
Category: Felagsskapur
Atlantic Airways stuðlar svimjingini
Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í dag stuðulsavtaluna sínámillum, tá ið Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic, og undirritaði SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum, til eitt prát og undirskriving av nýggja sáttmálanum.
Forsetin í kenjanska svimjisambandinum handtikin fyri mutur
Kenjanska løgreglan handtók í gjár Ben Ekumbo, forseta í Kenya Swimming Federation, sum hin fimti í kanningini av eini mutursgølu í sambandi við OL í Rio. Teir skulu hava tiltuskað sær pengar og landsliðsbúnar sum vóru ætlaðir OL-liðnum, og sær tað ikki gott út fyri Ekumbo, nú hann sambært miðlunum hevði roynt at krógva seg undir seingini, við búnum í húsinum sum vóru ætlaðir til frælsan ítrótt. Lesið t.d. The Guardian
Continue reading Forsetin í kenjanska svimjisambandinum handtikin fyri mutur
Russiskir teldusníkar leka WADA dáta, ákæra amerikanskar íðkarar fyri doping
Russiskir teldusníkar hava brotið inn í telduskipanina hjá altjóða antidopingfelagsskapinum WADA, og leka nú dáta haðani við ákæru um at amerikanskir íðkarar dopa seg. Millum íðkararnar eru tennisspælararnir Serena og Venus Williams, og fimleikarin og fleirfaldi OL-gull-vinnarin Simone Biles. WADA váttar her at teldusníkar hava fingið fatur á dáta latin í trúnaða, umfatandi eisini sokallaðu TUE undantaksloyvi, og at teldusníkarnir hótta við at leka enn meira.
Continue reading Russiskir teldusníkar leka WADA dáta, ákæra amerikanskar íðkarar fyri doping
Landsliðsnevnd SSF endurstovnað
SSF skriv 14. mai 2016 um støðuna í ÍSF
Kunning vegna Svimjisamband Føroya
Undirritaði hevur í dag sent viðfesta skriv til tey bæði sum eftir eru í starvsnevnd ÍSF, um støðuna í Ítróttasambandi Føroya, nú upp undir aðalfundin 20. mai 2016.