Svimjisamband Føroya hevur nú aftur eina veruliga svimjinevnd, aftaná at starvsnevnd SSF í nøkur ár hevur virkað sum eisini svimjinevnd. Nýggja nevndin hevði sín fyrsta regluliga fund í SSF-hølunum í Saltangará nú mikukvøldið hin 3. februar, har á skránni millum annað var skipan av nýggju svimjinevndini.
Continue reading Nýggja svimjinevnd SSF nú skipaðCategory: Felagsskapur
Svimjisambandið 40 ár
Í dag eru tað 40 ár síðani, at Svimjisamband Føroya varð stovnað. Undir vanligum umstøðum høvdu vit viljað hátíðarhildið hendan dagin – men vegna koronafarsóttina hevur starvsnevnd SSF avgjørt at bíða við hesum, til vit kunnu bjóða veruliga inn.

Barelli afturvaldur LEN forseti
Evropeiska svimjisambandið LEN hevði í dag sín árliga aðalfund, sum fjórða hvørt ár hartil er val-aðalfundur. Italski svimjiforsetin Paolo Barelli varð afturvaldur sum LEN forseti, meðan norðurlond fingu ein nýggjan vara-forseta umframt tveir nýggjar starvsnevndarlimir.

Hesin aðalfundur skuldi upprunaliga hava verið í sambandi við EM á langgeil í Budapest í mai mánaða, men varð vegna korona fyrst útsettur saman við EM til í august mánaða, fyri síðani at verða útsettur til vera fyri seg í Budapest í november, og so enda við at vera á netinum.
Continue reading Barelli afturvaldur LEN forsetiSSF flutt
Svimjisamband Føroya flutti í gjár úr hølunum í ÍSF-húsinum – so frá okkara síðu er nú klárt at byrja uppá ætlaða langhylin í Havn, sum vit eru sera spent til.
Her eru nakrar útvaldar myndir frá nýggju hølunum á Heiðavegi 13 í Saltangará. Talan eru um fyrrverandi høli hjá tryggingini, við millum annað sera góðum goymslumøguleikum.
Stóra tøkk til tykkum sum hava hjálpt til !
PS. Ein móttøka er avgjørt í tonkunum; men nú er tað líka hetta við korona.
Við svimjikvøðu
Rókur
Svimjisambandið flytir til Runavíkar
Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu, um at flyta skrivstovu og goymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn.

Nýggi heimstaður SSF verður í bygninginum har Visit Runavík longu húsast, á Heiðavegi 13 í Saltangará, mitt í býnum og nær bæði ítróttarøki og tunnilsmunna.
Continue reading Svimjisambandið flytir til RunavíkarÓtryggleiki í føroyska ítróttaheiminum
Lesið her á heimasíðu ÍSF
Vegna Svimjisamband Føroya vil eg siga, at um játtanin minkar til ÍSF, so ávirkar tað uttan iva eisini Svimjisambandið – bæði tá ið tað kemur til tað sum vit kunnu bjóða okkara frægastu svimjarum, umframt tað sum vit kunnu gera fyri breiddina.

Éitt er, at vit tá mugu skerja okkara virksemi uttanlanda; men hartil hava vit ætlanir, sum longu bíða eftir størri játtan, til at betra um nakað so grundleggjandi sum svimjiførleika og svimjitrygd í Føroyum.
Vit eru longu eftirbátar í Føroyum, í mun til okkara grannalond, og vit hava tí brúk fyri at vaksa heldur enn at minka. Til dømis vísa úrslitini frá seinastu svimjiførleikakanning hjá okkum, at munandi færri føroysk fimtafloksbørn dugdu at svimja í 2018, enn í 2011.
Rókur
Continue reading Ótryggleiki í føroyska ítróttaheiminumNevndin í Havnar Svimjifelag skipað seg
Havnar Svimjifelag hevði aðalfund 18. mai og hevur nevndin tann 26. mai skipað seg soleiðis:
- Ólavur Weihe, formaður
- Katrin Dagbjartsdóttir, næstforkvinna
- Leivur Michelsen, kassameistari
- Ann Ellingsgaard, skrivari
- Erling Eidesgaard, nevndarlimur
- Rakul Arnfríð Dam, nevndarlimur
- Eyðun Húsgarð, nevndarlimur
- Eirikur Hofgaard, nevndarlimur

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020
Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 16. mai 2020 sín árliga aðalfund, á Parnassinum á Hotel Hafnia. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Sørin S. Djurhuus og Eyðun Húsgarð stóðu fyri vali, umframt formaðurin Rókur í Jákupsstovu. Allir tríggir vórðu afturvaldir.

ILS flutt HM í lívbjarging til 2022, aðalfundin til 2021
Altjóða lívbjargingarsambandið ILS hevur í morgun kunngjørt, at HM í lívbjarging sum skuldi verða í Riccione í Italia í september 2020, nú heldur verður í Riccione í september/oktober 2022. Lesið her á ilsf.org umframt offisiella brævið.


Eftir ætlan skuldi val-aðalfundur verða í sambandi við hetta HM í 2020, men er hann nú fluttur til heldur at verða í sambandi við altjóða lívbjargingarráðstevnuna sum verður í Sri Lanka í 2021. Og HM sum skuldi verða í Marokko í 2022, verður nú heldur í 2026.
Continue reading ILS flutt HM í lívbjarging til 2022, aðalfundin til 2021SSF aðalfundurin 2020 útsettur
Góðu tit øll,
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at útseta árliga aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya, sum skuldi verða nú fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00, til í staðin at verða leygardagin hin 16. mai 2020 frá kl 12:00.
Hetta vegna tilmælini frá myndugleikum um ikki at samlast fleiri enn 10 fólk í senn, og vegna tilmæli frá ÍSF um so vítt gjørligt at hava ein fysiskan aðalfund.
Fundurin verður hildin í fundarhølunum hjá Ítróttasambandi Føroya, í ÍSF-húsinum í Gundadali, við somu skrá sum longu fráboðað. Har verður okkurt til matnað.
Skuldi tað ikki eydnast okkum at hava fundin tá heldur sum ætlað, so verður tað fráboðað feløgunum umframt á heimasíðu SSF.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu
Formaður





