Svimjisambandið leitar eftir aðalskrivara

Aðalskrivari okkara fer úr starvi, og leita vit tí eftir einum nýggjum. Nógv er rættiliga skrivstovukent, men til tíðir eru eisini praktiskar uppgávur uttanfyri skrivstovutíð og ørindi bæði í Føroyum og uttanlands.

Image courtesy of buidinh1803, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Vit vænta:

  • at  tú kanst málbera teg væl í skrift og talu í øllum førum á føroyskum og enskum
  • at tú klárar og trívist við at fyriskipa heimlig tiltøk og luttøkur á uttanlanda stevnum
  • at tú eisini trívist við sovorðnum gerandisligum sum at skula bóka og telja upp goymslu
  • at tú ikki hevur nakað ímóti at skula leita eftir inntøkum og rykkja eftir pengum
  • og at tú gjarna veitst nøkulunda, hvat vendir upp og niður á t.d. eini skrúvumaskinu.

Afturfyri kunnu vit bjóða eitt lívsjáttandi starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, ið umframt góð úrslit í altjóða kapping eisini hevur ta lívsneyðugu uppávu at styrkja um svimjiførleika og -trygd í Føroyum.

Lønina kunnu vit tosa um. Í løtuni er talan um hálvtíðarstarv, men ætlanin hjá SSF er avgjørt at viðka um hetta. Arbeiðsbyrðan kann vera skiftandi, so at tú í løtum arbeiðir fulla tíð, meðan tað stundum er minni at gera.

Við svimjikvøðu

Starvsnevndin

Umsóknir skulu stílast til ssf@ssf.fo, í seinasta lagi hin 14. mars 2020.

Meira kunning fæst við at venda sær til Rók í Jákupsstovu, formann í SSF, á tlf 219754 ella til rokur@ssf.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.