Portalurin veit í kvøld at siga, at Tórshavnar Býráð nú hevur sett hol á ætlanina at gera langhyl í Havn. Fyrsta uppskot til fíggjarætlan fyri 2012 er løgd fyri Býráðið í kvøld og har stendur, at næsta ár skulu fimm milliónir setast av til nýggja svimjihøll. Tilsamans er talan um eina verkætlan, sum leysliga mett kostar 30-40 milliónir, og borgarstjórin ávarar um at enn er óvist nær hon er liðug, kanska serliga um hon verður liðug til 2013 sum onkur hevur sett nøsina upp í móti.
Author: rokur
Ein dagur í lívinum hjá einum svimjara
Videoin her lýsir ein dag í lívinum hjá íslendska bringusvimjaranum Jakob Jóhann Sveinsson, sum vit kenna frá landsdysti her í Føroyum, og frá venjingarlegum og kapping uttanlanda. Nógv venjing 🙂
2 videoir frá fyriskiparunum, nú OL í London nærkast
Puha, man fær heilt gásarhold her, av at hugsa um hvussu stórt hetta verður, og at vit hava ein favoritt hiðani úr Føroyum. Her er offisielli kyndlaberara-sangurin …
Og her er ein video í sambandi við at 1 ár var eftir til OL byrjar. Sær gott út 🙂
Ungu langteinararnir væl framkomnir til Calella
Sum kunnugt eru tey fýra Tanja Skaalum, Cecilia W. Eysturdal, Óli Mortensen og Eyðbjørn Joensen nú á venjingarlegu í Spania, har tey skulu venja á langgeil og í havinum saman við øðrum góðum langteinarum úr Evropa. Tey fóru úr Føroyum tíðliga í gjáramorgunin, komu fram einaferð í leypi av degnum, og ljóða til at hava tað heilt ókey (27 gradir í skugganum, huff).
Her er eitt feskt videobrót av kantinum í Calella:
Seinnapartin skulu tey svimja á havinum, blikalogn og 23-26 ºC
Frans Johannesen úttikin til OL-bruttohópin hjá Danmark
Føroyski Frans Johannesen er sum ein av bara 7 donskum monnum úttikin til OL-bruttohópin hjá Danmark, sum merkir at hann í mun til onnur kend svimjinøvn sum Chris Christensen og Katrine Holm Sørensen úr Elite Svøm Esbjerg ikki sjálvur skal skaffa 20.000 krónur til venjingarlegu í USA, men fær alt betalt av Team Danmark. Frans svimur fyri Danmark heldur enn Føroyar, men hevur føroysk foreldur ið fluttu til Danmarkar tá einaferð. Orsøkin til at Frans er úttikin sum OL-vón, er at hann er ógvuliga sterkur í 200 frí, og at Danmark við Páli Joensen sum styrk hevur møguleika at klára eina annars ógvuliga harða kravtíð í 4×200 frí. Les Jydske Vestkysten.
Fleiri og fleiri donsk børn læra nú bara at svimja á landi
‘Turrsvimjing’ kalla tey tað, til dømis her á Jyllandsposten, at skúlabørn í 20 prosent av donskum kommunum nú bara fáa svimjiundirvísing á landi, tí at tey hava spart tað vanligu, vátu svimjiundirvísingina burtur. Dansk Svømmeunion er sjálvsagt ímóti, og eisini Rådet for større badesikkerhed, meðan til dømis borgmeistarin í Aalborg Kommune heldur at “Det er på grund af økonomien. Vi mener, vi kan bruge pengene bedre. Vi har ikke ansvar for hvert enkelt menneske og derfor heller ikke for deres svømmekompetencer”. Borgmeistarin í Haderslev Kommune angrar og ynskir at fáa svimjingina inn aftur í skránna, tí at hann hevur innsæð at tað var skeivt at taka hana burtur, men til tá er støðan altso at serliga fátøk børn ikki læra at svimja, tí at teirra foreldur ikki hava ráð ella yvirskot til at geva teimum møguleikan uttanfyri skúlatíð.
Pál við á evropaliðnum ímóti USA í desember
Tað frættist í dag at Pál Joensen hevur tikið av at luttaka fyri Evropa á stóru “Duel in the Pool” stevnuni ímóti USA, sum verður í Atlanta í Georgia (USA) hin 16. – 17. desember 2011. Hetta er vikuskiftið aftaná EM í Póllandi, eftir einum leisti nakað líknandi teimum landsdystum sum vit hava ímóti Íslandi, men nú meira útbygt við 22 svimjarum á hvørjum liði. Sig so tað, ein føroyingur millum teir 11 mennirnar á landsliðnum hjá Evropa 🙂
Magnus 1:53.92 í 200 frí
Fuglafjarðar Svimjifelag manglar nevndarlimir
Soljóðandi skriv stendur at lesa á Facebook, um eykaaðalfund hjá Fuglafjarðar Svimjifelag hin 27/9-11 kl 19:00 í Fuglafjarðar Skúla:
Fuglafjarðar Svimjifelag hevði aðalfund 12 sept. Felagið hevur ein góðan roknskap at vísa á fyri seinasta ár, og felagið er væl fyri fíggjarliga.
Í felagnum eru 3 lið, uml. 45 svimjarar og hava vit venjarar til hesi liðini. Hjá teimum yngstu er talið av børnum so stórt, at har hava vit brúk fyri 2 fólkum, ið kunnu venja tey 1 tíma um vikuna.
Í lógini hjá svimjifelaganum stendur, at tað skulu vera 5 limir í nevndini, men vit hava bert verið 4 tað seinasta árið. Á aðalfundurinum stóðu 2 nevndarlimir fyri vali og ynsktu teir ikki afturval, og av tí, at man ikki kundi finna onnur fólk, sum vildu í nevnd, vil tað siga, at tað eru bert 2 fólk í nevndini. Vit royna við hesum skrivi at finna fólk, ið vilja hjálpa til og koma í nevnd. Um vit ikki fáa fólk at hjálpa til og í nevnd, er Fuglafjarðar Svimjifelag ikki lív lagað.
Magnus 4:35.17 og juniormet í 400 blandað
Magnus Jákupsson hevur í dag roynt seg í 400 metra blandaðari svimjing á Gentofte Open í Danmark, fyri danska felag sítt VAT. Og tað gekk avbera gott, ein stór betring av hansara persónliga meti og føroyska juniormeti, frá 4:42.49 í september í fjør, til 4:35.17 nú. Harvið vann hann eisini greitt kappingina fyri aldursbólk dreingir 16-17 ár og sum heild, við Viktor Christensen úr Køge á øðrum plássi á 4:43.31. Í morgin skal hann royna seg í 200 frí, eisini ein grein sum hann ikki plagar at svimja. Super flott Magnus !