Pál 7:36.24 í 800 frí, føroyskt met og gull á Duel in the Pool 2011

Pál Joensen vann fyri løtu síðani gull í 800 metra frísvimjing á Duel in the Pool 2011, við nýggjum føroyskum meti 7:36.24. Hetta er stór betring av metinum hjá honum á 7:43.38 frá superdrakt-tíðini í Istanbul 2009, og tað var eisini fullkomiliga yvirbevísandi nú ‘over there’ í Atlanta, við amerikanska Michael Klueh sum nr 2 á 7:39.90, og danska Mads Glæsner sum nr 3 á 7:42.27. Sí úrslitalistan her.

Pál 7:36.25 og vinnarin av 800 frí á Duel in the Pool 2011
Continue reading Pál 7:36.24 í 800 frí, føroyskt met og gull á Duel in the Pool 2011

USA morlar Evropa, fyrsta kvøld á Duel in the Pool

Puha, tey byrjaðu við at tær fýra Natalie Coughlin, Rebecca Sony, Dana Vollmer og Missy Franklin settu heimsmet í 4×100 blandað, 3:45.56 har metið hjá USA frá 2009 var 3:47.97, og har Coughlin samstundis setti amerikanskt met í fyrstu 100 rygg, við 55.97 í mun til hennara 56.08 frá Dubai í fjør. Og so gekk tað slag í slag, inntil endaliga støðan eftir fyrsta kvøld varð 93.5 stig til USA og 28.5 til Evropa.

DSC00142

Pál legði bragdliga fyri í teimum fyrstu 100 frí, við at føra fyrstu 150 metrarnar, tíð 52.75 eftir 100 metrum, og so dragna ógvusliga niður á 3. pláss eftir 200, 6. pláss eftir 250, 7. pláss eftir 300 og 8. pláss eftir 350. Síðstu 50 tók hann Dominik Meichtry aftur, og endaði so sum nummar 7 við 3:45.84, har tíðin hjá honum í Stettin í fyrru viku var 3:41.05.
Continue reading USA morlar Evropa, fyrsta kvøld á Duel in the Pool

Pál og Jón væl framkomnir til Atlanta

Duel in the Pool 2011Jón Bjarnason hevur lagt hesa myndina á Facebook, og heilsar “We are now in Atlanta, exiting ;)”. Kappingin verður nú í vikuskiftinum, fríggjadag 16. des. kl 19-21 ET og leygardag 17. des. kl 14:30 til 16:30 ET, tað er ávíkavist frá á midnátt fríggjakvøldið her í Føroyum og frá kl 19:30 leygarkvøldið.

Eg veit ikki enn um vit fara at kunna síggja kappingina á netinum, men hon verður so víst á Universal Sports og NBC, og ‘live timing’ er upplistað í kalendaranum á omegatiming.com.

“Duel in the Pool” liðið hjá USA úttikið

Amerikanska svimjisambandið kunnger nú sítt lið til landsdystin ímóti Evropa í desember, at umfata millum annað Peter Vanderkaay sum Pál hevur svomið ímóti nakrar ferðir, við skiftandi úrslitum. Í Shanghai vann Pál ímóti Vanderkaay í 800 og 1500, og í Dubai vann Vanderkaay á Páli í somu greinum.

Pál við á evropaliðnum ímóti USA í desember

Tað frættist í dag at Pál Joensen hevur tikið av at luttaka fyri Evropa á stóru “Duel in the Pool” stevnuni ímóti USA, sum verður í Atlanta í Georgia (USA) hin 16. – 17. desember 2011. Hetta er vikuskiftið aftaná EM í Póllandi, eftir einum leisti nakað líknandi teimum landsdystum sum vit hava ímóti Íslandi, men nú meira útbygt við 22 svimjarum á hvørjum liði. Sig so tað, ein føroyingur millum teir 11 mennirnar á landsliðnum hjá Evropa 🙂

3 danir skulu verja Evropa ímóti USA í desember

Ekstra Bladet veit sambært SwimNews.dk at siga, at tær tríggjar Lotte Friis, Jeanette Ottesen og Rikke Møller Pedersen verða á evropeiska liðnum, tá ið skipað verður fyri “Duel in the Pool” stevnu ímóti USA í Atlanta tann 18. – 19. desember. TV2 kennir til somu søgu, við tilvísing til Lars Sørensen sportchef hjá danska svimjisambandinum, so har man vera nakað um tað.