Ungu langteinararnir væl framkomnir til Calella

Sum kunnugt eru tey fýra Tanja Skaalum, Cecilia W. Eysturdal, Óli Mortensen og Eyðbjørn Joensen nú á venjingarlegu í Spania, har tey skulu venja á langgeil og í havinum saman við øðrum góðum langteinarum úr Evropa. Tey fóru úr Føroyum tíðliga í gjáramorgunin, komu fram einaferð í leypi av degnum, og ljóða til at hava tað heilt ókey (27 gradir í skugganum, huff).

Her er eitt feskt videobrót av kantinum í Calella:

Seinnapartin skulu tey svimja á havinum, blikalogn og 23-26 ºC

2 thoughts on “Ungu langteinararnir væl framkomnir til Calella”

  1. Cecilia hevur júst smurt, nei hon morlaði dreingirnar í 2km open water svimjing. Hon kom smílandi upp og segði “hatta var lekkirt” 😀 Hvat er tað ikki herligt 😉

    Tey høvdu 3x2000m Open Water á skránni seinnapartin í dag, við intensari venjing á strondini áðrenn og ímillum svimjingina.

    Okur høvdu eisini eitt sindur av Hvalspýggj trupuleikum, og onkur av okum brendi seg eitt sindur í bringuna.

    Okur royna tað aftur tórsdagin. Tá skal Cecilia aftur vísa teimun hvar skápi skal standa 😉

    Eg haldi at tey elska tað her, og okur síggja fram til 2 góðar venjingar aftur í morgin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.