Hetta vikuskiftið luttaka Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Isak Brisenfeldt (2006, HS) á Vest Junior/Senior Langbane 2026 í Svømmestadion Danmark í Esbjerg, báðir fyri Aalborg Svømmeklub. Sí Swimify og Svømmetider

Hetta vikuskiftið luttaka Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Isak Brisenfeldt (2006, HS) á Vest Junior/Senior Langbane 2026 í Svømmestadion Danmark í Esbjerg, báðir fyri Aalborg Svømmeklub. Sí Swimify og Svømmetider

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 14. mars 2026. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4.

Her er úttøkuskipanin til NMU 2026, sum verður í Oslo tann 29 og 30 juni.

Her er úttøkuskipanin til EJM 2026, sum verður í München í Týsklandi tann 7-12 juli.

Her er úttøkuskipanin til Oyggjaleikirnar 2027, sum verða í Føroyum 3-9 juli 2027.

World Aquatics hevur strikað liðsvimjingina 4×100 frí fyri mix-lið úr HM-skránni, men varðveitir enn 4×100 blandað fyri mix-lið. Nú eru kappingargreinarnar til HM og OL harvið eksakt tær somu, fyri fyrstu ferð síðani ár 2000. Lesið her á NBC Sports og sí dagførdu stevnureglugerðina hjá World Aquatics.

Føroyskir svimjarar luttóku í báðum hesum greinum á HM 2025 í Singapore, báðu ferð við plasering í topp-32, sum kvalifiserar til Úrval á 2. stigi. Nú er so ein kjansur minni til HM 2027, sum verður í Budapest beint aftaná Oyggjaleikir 2027. Á skránni til EM 2026, eru 4×100 blandað, 4×100 frí og 4×200 frí fyri mix-lið.
Svimjisamband Føroya hevði hin 7. mars 2026 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum á Eystaru Bryggju í Havn. Á skránni var útyvir forfólkafrágreiðing og framløga av roknskapinum, serliga val av nýggjum forfólki, har Kári J. á Høvdanum varð valdur til nýtt forfólk.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 28. februar og sunnudagin 1. mars 2026. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify.

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin 28. februar og sunnudagin 1. mars 2026.
