Altjóða stevnur í apríl 2026

Nú nærkast so smátt til árligu úttøkustevnurnar til EM 2026, har vit í Føroyum serliga kenna Danish Open, Bergen Swim Festival og Swim Open Stockholm. Nú góð vika er til fyrstu av hesum stevnum, so síggjast startlistarnir á Swimify, ið benda á harða kapping, við eisini føroyskari luttøku í Stockholm og Bellahøj.

Stockholm. Photo courtesy of Edward Stojakovic, CC BY 2.0

Swim Open Stockholm 9. – 12. apríl 2026

Her luttaka Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Isak Brisenfeldt (2006, HS), báðir fyri Aalborg Svømmeklub.

Luttøkan er risastór og toppstøðið í heilum í heimsklassa; men tó so klárar Líggjas at hava styrkismeting til 10. pláss í 1500 frí og Isak til 11. pláss í 200 blandað:

  • Líggjas 400 frí (#25 av 70), 800 frí (#20 av 48) og 1500 frí (#10 av 38)
  • Isak 50 frí (#82 av 201), 50 firvald (#50 av 181), 100 firvald (#19 av 128), 200 firvald (#13 av 54), 200 blandað (#11 av 100)

Sí startlistarnar her á Swimify

Danish Open 16. – 19. apríl 2026

Her luttekur Líggjas Joensen (2008, Ægir) fyri Aalborg Svømmeklub.

Her eru fyri tað mesta ‘bara’ danskir svimjarar, og liggur Líggjas tí eisini væl fyri til at taka heiðursmerki:

  • Líggjas 100 frí (#27 av 119), 200 frí (#10 av 70), 400 frí (#4 av 42), 800 frí (#2 av 23) og 1500 frí (#1 av 19)

Sí startlistarnar her á Swimify og luttakaralistan her á svømmetider.dk

Bergen Swim Festival 17. – 19. apríl 2026

Her luttekur eftir øllum at døma eingin føroyingur.

Sí startlistarnar her á Swimify

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.