Góður skurður hjá Isaki og Líggjasi á Vest Junior/Senior Langbane 2026

Tey eru nú liðug við Vest Junior/Senior Langbane 2026 í Esbjerg, og gekk tað bara heilt væl hjá føroyingunum báðum, Isaki Brisenfeldt (2006, HS) og Líggjasi Joensen (2008, Ægir), umframt hjá danska liði teirra, Aalborg Svømmeklub.

Líggjas og Isak í Esbjerg. Janus M Joensen eigur myndina

Isak Brisenfeldt (2006, HS)

  • 2:05.42 og gull í 200 firvald
  • 55.25 og silvur í 100 firvald

Líggjas Joensen (2008, Ægir)

  • 51.77 og nr 5 og juniorgull í 100 frí – føroyskt met og juniormet
    – Líggjas setti eisini juniormet í innleiðandi riðlunum, við 51.91
  • 1:53.61 og silvur og juniorgull í 200 frí – føroyskt juniormet
  • 3:58.99 og silvur og juniorgull í 400 frí – føroyskt juniormet
  • 8:27.49 og silvur og juniorgull í 800 frí
  • 16:32.52 og silvur og juniorgull í 1500 frí

Hartil báðir sikkurt heiðursmerki eisini í liðsvimjingum

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.