Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Lions Open sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fríggjakvøldið 20. og leygardagin 21. mars 2026. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Heiðursmerkjabýtið millum feløg
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
| Ægir | 17 | 5 | 9 |
| HS | 12 | 11 | 16 |
| SuSvim | 3 | 12 | 3 |
| FS | 2 | 3 | 3 |
| FLOT | 0 | 0 | 0 |
| SHF | 0 | 0 | 0 |
| Reysti | 0 | 0 | 0 |
Bestu avrik
Heini Mohr Askham (2006, Ægir) átti besta avrik av øllum, tá ið hann í 400 frí svam seg til úrslitið 4:00.11, sum gevur 690 AQUA-stig.
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) átti besta avrik hjá kvinnum, tá ið hon í 100 bringu svam seg til úrslitið 1:10.78, sum gevur 683 AQUA-stig.
Hagtøl
Tilsamans vóru tey 123 íðkarar og 13 lið úr 7 feløgum sum svumu seg til 695 úrslit í 36 greinum, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.
