Líggjas og Isak í finalur seinnapartin á Vest Junior/Senior Langbane 2026

Út yvir at Líggjas svam seg til gull og silvur í 400 frí í gjár, so hava teir báðir Isak svomið seg víðari til eina røð av finalum, sum verða avgreiddar seinnapartin. Sí Swimify

Image courtesy of Graeme MacleanCC BY 2.0

Føroyska luttøkan, seinnapartin

  • 15:34 – Isak A-finalu í 50 frí – #8 av 8
  • 15:43 – Isak A-finalu í 50 firvald – #8 av 8
  • 16:33 – Líggjas A-finalu í 200 frí – #1 av 8
  • 17:09 – Isak A-finalu í 200 firvald – #1 av 8
  • 18:02 – Líggjas skjótasti riðil í 800 frí – #4 av 8

Klokkutíðirnar her eru føroysk tíð

Teir báðir Líggjas Joensen (2008) og Isak Brisenfeldt (2006) koma ávikavíst úr Ægir og Havnar Svimjifelag, men búgva nú báðir í Danmark, har teir venja og kappast við Aalborg Svømmeklub.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.