Gull og silvur til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2017

Næsti finalupartur er nú avgreiddur á Danish Open 2017, við góðum úrslitum til føroyingar. Frans Johannessen vann silvur í 200 blandað, og Óli Mortensen vann aftur í ár gullið í 800 frí.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 2

  • Sára R. Nysted (2001) 5:03.15 og nr 5 í 400 blandað
    Besta tíð hjá Sáru er føroyska metið á 4:59.73 frá EJM 2017
  • Frans Johannessen (1992) 2:04.52 og silvur í 200 blandað
    Hetta var persónligt met hjá Fransi, í mun til 2:05.31 frá Danish Open 2016
  • Alvi Hjelm (1996) 2:10.36 og nr 10 í 200 blandað
    Besta tíð hjá Alva er 2:08.13 frá Danish Open 2016
  • Óli Mortensen (1996) 8:13.24 og gull í 800 frí
    Besta tíð hjá Óla er 2:10.94 frá Danish Open 2016

One thought on “Gull og silvur til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2017”

Ger viðmerking