Phelps fer ikki til HM í Dubai

Amerikanska svimjisambandið USA Swimming kunnger nú, at tey senda 20 ‘olympians’ til HM á stuttgeil í Dubai, sum verður nú 15. – 19. desember 2010, íroknað Ryan Lochte, Natalie Coughlin, Aaron Piersol og Rebecca Soni, men minus Michael Phelps. Tey eru eini 37 í alt, út yvir tey 20 sum fyrr hava luttikið á OL, íroknað til dømis Jessica Hardy, Katie Hoff, Ariana Kukors, Kate Ziegler, Nathan Adrian, Eric Shanteau, Peter Vanderkaay, og Garrett Weber-Gale. Hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at USA sendir eitt lið til kapping í Sameindu Arabisku Emiratunum.

At last: Lívbjargingar-bazooka’in til mannin á kantinum

LONGREACH Buoyancy Deployment System” er snøgt sagt ein bazooka sum kann skjóta ein “Rescue Pack” út til neyðstaddar svimjarar heilar 150 metrar burturi. Double-barrel við ljóskastara og Para-Flares eisini, at brúka um náttina ella bara sum ellars. Spyr býtt, eg havi sjálvsagt longu bílagt mær nakrar 😉


Continue reading At last: Lívbjargingar-bazooka’in til mannin á kantinum

Danir broyta sínar aldursbólkar

Danska svimjisambandið fráboðar nú at tey broyta sínar aldursbólkar, so at svimjarnir nú skifta aldursbólk longu frá 1. september, heldur enn á nýggjárinum. Hetta við grundgeving at tey hava juniormeistarastevnur báðu megin nýggjár. Broytingin verður ikki tikin so væl upp her á SwimNews.dk, við tað at dreingir árgang 1992 og gentur árgang 1994 tí knappliga hava mist sín møguleika at vera elsti árgangur á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil, sum verður nú tíðliga í desember.

Landsdystur Ísland-Føroyar 2010

Sekstan føroyskir svimjarar fara leygardagin hin 9. oktober kl. 16:00 at kappast á næsta landsdysti ímóti Íslandi, í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík. Afturat teimum fara 10 aðrir føroyskir svimjarar við yvir á venjingarlegu, at venja 7 dagar á stuttgeil og langgeil, sum fyrireiking til altjóða kapping.

DSC00827
Continue reading Landsdystur Ísland-Føroyar 2010

Úrslit frá FS-stevnuni 2. oktober 2010

Viðfestur er úrslitalistin frá FS-stevnuni í gjár, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri. Úrslitið varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki – 19 gull, 9 silvur og 8 bronsu – meðan Reki vann næstflest 8 gull og 5 bronsu, og Ægir triðflest 5 gull, 6 silvur og 6 bronsu. Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki av øllum gentum, 8 gull og sikkurt okkurt í stafettunum eisini, og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag flest hjá dreingjum, 7 gull og 1 silvur.

DSC00934

FS stevna í Fuglafirði í dag

Sum kunnugt skipar Fuglafjarðar Svimjifelag fyri svimjistevnu í Fuglafirði í dag. Kappingin er fyri svimjarar ið í mesta lagi 12 ár í hesum kalendaraári, sum vegna forskjótilsi millum gentu- og dreinga-aldursbólkarnar merkir at genturnar eru í bólki 2 og 3, meðan dreingirnir eru í bólki 3 og 4. Upphitingin byrjar kl 13, og kappingin kl 13:45.

Danskar kommunur spara í stórum stíli uppá svimjingina

Donsku svimjiheimasíðurnar www.simma.nu/dk og www.swimnews.dk skriva regluliga um kommunur sum spara svimjingina burtur, við at steingja svimjihallir ella strika svimjing úr undirvísingini. Her eru nakrar søgur frá tíðarskeiðnum nú síðani svimjingin byrjaði aftur eftir summarferiuna …
Continue reading Danskar kommunur spara í stórum stíli uppá svimjingina

Pál setti met í test-deplinum hjá Team Danmark

Pál_test2Pál Joensen er sum nøkrum kunnugt í Danmark í hesum døgum, á lestrartúri við lívfrøðisflokkinum á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tey hava verið á DTU og hoyrt um stamkyknir, og so eisini verið ein túr framvið testdepilin hjá Team Danmark, har Pál skuldi testast. Og tað sá bara gott út, sum tit kunnu lesa her í telduposti frá René Thomsen, svimjivenjari og varastjóri á Bernstorffsminde Efterskole:

Hej Rókur
Pál har – som du sikkert ved – siden i onsdags været i København. Jeg tager mig af hans træning.
Vi er netop kommet hjem fra test hos Team Danmark, hvor Pál er blevet mål og vejet, fået målt muskelstyrke og max VO2.
Pál fik meget ros af Lars Johansen fra Team Danmark, som forestod de forskellige test.
Bagefter fik Pál sammenlignet sine resultater med de danske elitesvømmeres; Mads Glæsner, Lotte Friis osv.
Pál_test_styrke1Kort fortalt leverede Pál den bedste test, de nogensinde har taget på en svømmer (de tester også Aschwin Wildeboer).
Pál får alle resultaterne med – sammen med det video og de billeder jeg har taget.
Vi træner i eftermiddag i Gentofte og i morgen formiddag i Kastrup inden han lørdag eftermiddag rejser retur til Færøerne – resten af hans gymnasieklasse tager til Barcelona.

Tak for sidst.
Jeg sender dig tre billeder mere på mail.
René Thomsen

Continue reading Pál setti met í test-deplinum hjá Team Danmark