Úrslit frá FS-stevnuni 2. oktober 2010

Viðfestur er úrslitalistin frá FS-stevnuni í gjár, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri. Úrslitið varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki – 19 gull, 9 silvur og 8 bronsu – meðan Reki vann næstflest 8 gull og 5 bronsu, og Ægir triðflest 5 gull, 6 silvur og 6 bronsu. Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki av øllum gentum, 8 gull og sikkurt okkurt í stafettunum eisini, og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag flest hjá dreingjum, 7 gull og 1 silvur.

DSC00934

FS stevna í Fuglafirði í dag

Sum kunnugt skipar Fuglafjarðar Svimjifelag fyri svimjistevnu í Fuglafirði í dag. Kappingin er fyri svimjarar ið í mesta lagi 12 ár í hesum kalendaraári, sum vegna forskjótilsi millum gentu- og dreinga-aldursbólkarnar merkir at genturnar eru í bólki 2 og 3, meðan dreingirnir eru í bólki 3 og 4. Upphitingin byrjar kl 13, og kappingin kl 13:45.