Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag valdi eina aðra leið enn vanligt er her heima, tá ið tey ungu svumu 50 firvald á FS stevnuni í dag. Tað allarmesta undir, éitt tak fyrstu longd, og so trý tøk heim aftur.
Hví kalli eg tað ein ‘Super-Joe’. Jú, tí tað minnir nokk so nógv um 50 metra firvald á EM á stuttabana í Istanbul í fjør, tá ið týski Johannes Dietrich gjørdi evropameistari mest tí at hann svam so gott undir vatn.
Ikki at tey líkjast so nógv, tey bæði, og so slettis ikki. Har er bæði kynið og tjóðskapurin og eini 100 kilo á muni, umframt alt møguligt annað. Men tey valdu sama taktikk 🙂
Tit standa báðir lið um lið við sama slag kamera, so tað burdi verið lætt at víst hatta í 3D.
Me not know, me not speak geek 😉
Men øhhhh so má mítt kamera standa tættari uppá tað hjá nerdboy, ella hvat? Ja altso eg meini at eg sá eitt 3D kamera einaferð í sjónvarpinum, og tá vóru linsurnar nokk so tætt saman, og eg veit ikki um eg vil standa so tætt uppat Róki í einari heitari svimjihøll… (continental in mind) hehe
Annars gjørdi Kristina Elin nakað tað sama í 4 longdum av hylinum, altso næstan alt undir. Hetta er ein nokk so stuttligur máti at venja uppá 😉
Her er mín upptøka av 33m, men tú sleppur sjálvur at fáa hetta til eina 3D upptøku 😉
Hetta verður ein útfordringur 🙂
Eg skal royna at fáa fatur á Ethan Hunt :o)
Ahem, har var minst ein metur í millum okkum, sum vælsagtans ger at 3D videoin verður við líka langt millum ‘eyguni’.
Og eg stúri eitt sindur fyri hasari síðstu scenuni, tá ið eg filmi Jón og Jón filmar meg 🙂
Nú Rókur fór í hávaheimin, og eg ikki var “heilt við” so datt eg sjálvandi á hetta nú eg eri so forrvitin.
Why do hammerhead sharks have such a famously strange-shaped head?
One hypothesis is that having eyes on either side of such a wide ‘hammer’ allows the sharks to see better. But even this idea divides scientific opinion, as researchers argue over whether the hammerhead design makes it more or less difficult to see. The mystery may now be solved by a study showing that a hammerhead gives sharks outstanding binocular vision and an ability to see through 360 degrees.
Hallo, tað verður jú spennandi at síggja endan á hasari video 😉
Puha, 1 tak fyrstu long, 2 tøk næstu, 3 tøk triðju, og so aftur bara 2 tøk síðstu.
Sovorðið krevur nærmast táknir 🙂
Men spøg til side … Jón og eg viðgera tað her og her á Facebook, at hetta er eitt skúladømi uppá hví tað hevur týdning at fáa 50 metrar hyljar her heima.
At hatta sum Kristina Elin ger ‘bara’ er tað sum professor Haljand vil hava okkara svimjarar at gera, longu tá ið teir eru so ungir sum hon. Men um teir svimja 15 metrar undir hvørja longd, so eru bara 2 metrar eftir til tøk í einum 16,67 metra hyli, og 10 metrar í einum 25 metra hyli, í mun til 35 metrar í einum 50 metrar hyli.
Svimjarin skal helst venja so nógv ‘perfekt’ sum møguligt, íroknað 15 metrar so skjótt sum gjørligt undir, hvørja longd. Men um svimjarin eisini skal kunna venja tøk og kunna anda eina løtu millum teir 15 metrarnar undir, so má hylurin tí vera minst 25 og helst 50.
Tað er eingin ivi um tað, og eg ivist ikki í at 50m hylurin er NÓGV betur til tað enn 25m hylurin, tí tú SKAL kenna til troyttheitina, kenna pínuna og hungurin eftir luft, sum kemur til eina kapping í langhyli. Og tú kann ikki ordiliga “simulera” tað í einum 12, 16 ella 25m hyli.