Danskar kommunur spara í stórum stíli uppá svimjingina

Donsku svimjiheimasíðurnar www.simma.nu/dk og www.swimnews.dk skriva regluliga um kommunur sum spara svimjingina burtur, við at steingja svimjihallir ella strika svimjing úr undirvísingini. Her eru nakrar søgur frá tíðarskeiðnum nú síðani svimjingin byrjaði aftur eftir summarferiuna …

Í Ulfborg fór Vestjysk Fritidscenter tann 16. august undir trotabúarviðgerð, og í Nørre Nebel er høllin ‘á deyðslistanum’ hjá kommununi, nú tey skulu spara.

Í Greve umbygdu tey høllina so at hon skuldi hava ‘breiðari appel’, við at minka 50 metra hylin til ein 25 metra hyl, og so brúka restina av plássinum til okkurt annað. Fleiri føroyskir svimjarar kenna høllina har, frá donskum meistarastevnum og líknandi.

Í Dragør ætlar kommunan at steingja hylin pr 31. mai 2011, til at spara rakstrarútreiðslur. Hetta gongur sjálvsagt útyvir Dragør Svømmeklub.

Í Herfølge leggja tey upp til at Køge Svømmeklub skal yvirtaka høllina, uttan heilt at vita hvussu hetta skal koma at rigga. Hetta tí at kommunan vil spara 250.000 krónur í 2012, og so eina hálva millión hvørt ár framyvir. Herfølge Svømmehal kenna heilt nógvir føroyingar, frá tíðini tá vit plagdu at ferðast til Køge Open.

Í Allerød Kommune ætla tey at niðurleggja Engholm Svømmehal, umframt at avmarka nýtsluna av Blovstrød Svømmehal til svimjifelag og pensionistafeløg, ið tá sjálvi skulu gjalda fyri venjara, lívbjarging, vatnroyndir og líknandi. Almenn svimjing verður bara tvær ferðir um vikuna í Blovstrød, frá kl 20 til 22. Allerød er sum kunnugt eitt av økinum har VAT kemur frá, ið er millum sterkastu svimjifeløg í Danmark.

Og í Aalborg Kommune ætla tey at niðurleggja svimjiundirvísingina í fólkaskúlanum, til at spara pengar. Aftur eitt øki við stoltum svimjitraditiónum, har kommunan nú velur at leggja alt yvir á felagið.

Hinvegin verður ein nýggj glæsilig høll bygd í Store Heddinge, sum fyri 49.5 milliónir krónur skal bjóða 25 metra hyl, barnahyl og ein heittvatnshyl.

Saman um tikið ein løgin kollektiv niðurlegging av almennari svimjing, hóast Danmark við svimjingini fær ítróttarúrslit sum ongantíð fyrr. Tað kann tykjast sum um at kommunurnar halda at teirra partur gevur so lítið afturfyri útreiðslurnar, at tær tað sama kunnu lata verða og leggja alt yvir á feløg og privatar áhugabólkar. Men hetta er so týðiligvís ikki áskoðanin hjá teimum sum vara av donsku svimjingini, um man ein meta tað út í frá tað sum verður skrivað í donskum svimjimiðlum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.