Signhild 1:03.59 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam seg í A-finaluna við næstbestu tíð av øllum, 1:03.59 aftanfyri bara danska OL-heiðursmerkjavinnaran Mie Ø. Nielsen. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík. Sí úrslitalistan her.

Signhild átti sjálv bæði føroyska metið og føroyska juniormetið á 1:04.25, frá tá ið hon á Reykjavík International Games í januar mánaða vann bronsu aftanfyri júst Mie Ø. Nielsen og íslendska OL-luttakaran Eygló Ósk Gustafsdóttir.

Hetta var tá ein betring av metinum frá tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2016 svam 5. bestu tíð 1:04.54, fyri síðani í finaluni at verða kolldømd. Sostatt ein betring á 0,95 sekund hjá henni, frá hesi somu stevnu í fjør, við møguleika at svimja enn skjótari í A-finaluni seinnapartin.

Kravtíðin til HM í Budapest í summar er sera hørð, 1:02.73.

One thought on “Signhild 1:03.59 og føroyskt met í 100 rygg”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.