Signhild 1:04.25 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í finaluni í 100 metra ryggsvimjing á Reykjavík International Games 2017 svam teinin uppá 1:04.25. Hetta rakk samstundis til eitt bronsuheiðursmerki, aftanfyri bara OL-luttakararnar Mie Ø. Nielsen úr Danmark á 1:01.65 og Eygló Ósk Gustafsdóttir úr Íslandi á 1:02.27. Signhild átti sjálv metini á 1:04.54, frá Danish Open í apríl í fjør.

  

One thought on “Signhild 1:04.25 og føroyskt met í 100 rygg”

Ger viðmerking