Magnus gull, Signhild met, 3. dag á Danish Open 2017

Triði dagur er nú avgreiddur á Danish Open 2017, aftur við góðum úrslitum til føroyingar. Magnus Jákupsson vann gull í 50 rygg, og Signhild Joensen setti tvær ferðir nýtt føroyskt met og juniormet í 100 rygg.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 3

  • Róland Toftum (1998) 26.14 og nr 23 í 50 firvald
    Persónligt met hjá Rólandi í mun til 26.23 á RIG 2017
  • Sára R. Nysted (2001) 2:23.45 og nr 8 í 200 blandað
    Føroyska metið hjá Sáru er 2:20.41 frá RIG 2016
  • Magnus Jákupsson (1994) 25.87 og gull í 50 rygg
    Danska metið hjá Magnusi er 25.43 frá Danish Open í fjør
  • Signhild Joensen (2000) 1:03.38, føroyskt met og juniormet og nr 4 í 100 rygg
    Signhild átti metini á 1:03.59 frá innleiðandi riðlunum í morgun
  • Alvi Hjelm (1996) 4:35.80 og nr 6 í 400 blandað
    Føroyska metið hjá Alva er 4:30.17 frá Danish Open í fjør

 

Ger viðmerking