Leadville, danski ‘loynidómurin’ í Colorado

Áhugaverd grein og videobrot her á 9news.com, um hvussu Paulus Wildeboer fyri triðju ferð hevur tikið danska landsliðið og onnur við sær til fyrrverandi silvurnámsbýin Leadville, 3000 metrar uppi í Colorado-fjøllunum, at venja í eyka høgari hædd. Tað er ein rættiliga avanserað hæddarvenjingarteknikkur sum hann hevur uppbygt, ið umfatar at fyrireika seg í iltteltum áðrenn, fara upp í hasa heilt høgu hæddina, og síðani niður aftur í meira vanligar 2000 metrar, og síðani aftur at sova í iltteltum, til at fáa so góða effekt sum gjørligt.



Her er ett sindur meira prát við Wildeboer. Eg kann avdúka frá norðurlendskum fundum, at danir hava latið hann ferðast runt í hæddunum ymsa staðni í heiminum, til at finna tað heilt rætta staðið, har tað ikki bara er høgt, men har venjingarumstøðurnar eisini eru rímiligar, og maturin tryggur og líknandi. Einaferð vóru tey jú í Chile ella hvat tað nú var, har tey máttu hava vaktir og alt møguligt, og tað var altso ikki líka stuttligt sum at sleppa at skjóta við maskinbyrsu í USA.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.