Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping

Amerikanarar eru á gosi, nú bæði A og B dopingroyndirnar hjá Jessica Hardy frá U.S. Trials vísa seg at vera positivar. Hon hevur nevniliga kvalifiserað seg til OL í Beijing í 100 bringu og 50 frí, men er nú sambært SwimInfo ikki longur í leguni hjá OL hópinum. Tað er ikki kunngjørt enn akkurát hvat hon hevur hevur dopað seg við, men viðmerkingarnar á SwimInfo nevna Clenbuterol, sum kann nýtast til at fáa steroid-pumpaðar vøddar at virka betri, umframt sambært slatrinum at vera populert slankievni hjá t.d. Britney Spears.

Og føroyingar, gevið gætur at altjóða matvøruvinnan kann finna uppá at brúka Clenbuterol til at pumpa djór upp við, og at hetta evnið fyrr hevur gjørt fólk sjúk sum ótu djórini. Úr viðmerkingunum “In 2006, 330 people fell ill in Shanghai after eating pork tainted with clenbuterol.”. Av hesi orsøk hevur t.d. amerikanska landsliðið sambært The New York Times avgjørt at taka kjøt við sjálvi til Beijing, tí tey eru bangin fyri at amerikanarar annars risikera at testa positiv í doping-royndunum, av tí at tey hava etið kinesiskt kjøt.

Clenbuterol fær teg at klænka í eitt avmarkað tíðarskeið, við at økja um kroppshitan við umleið einum hálvum (amerikanskum?) hitastigi. Kroppurin venur seg so við hetta, og skrúvar so líðandi niður fyri blussinum, og tí minkar effektin við tiðina. Tað er nokk ikki tí at Hardy møguliga hevur dopað seg við clenbuterol, men heldur hitt sum ein í viðmerkinunum skrivar:

Clenbuterol causes a solid, highly qualitative muscle growth which goes hand in hand with a significant strength gain. Clenbuterol also has a strong anti-catabolic effect, which means it decreases the rate at which protein is reduced in the muscle cell, consequently causing an enlargement of muscle cells. For this reason, numerous athletes use Clenbuterol after steroid treatment to balance the resulting catabolic phase and thus obtain maximum strength and muscle mass.

Hartil verður Clenbuterol nýtt sum astmamedisin, men vælsagtans ikki av slagnum sum er loyvt svimjarum at brúka.

Nikki Dryden á SwimNews er forrestin illur um at hendan søgan er komin so tíðliga út, av tí at mannagongdin eigur at vera at einki lekur út fyrr enn onkur ávís hoyring hevur verið. Sum hann sigur, tað er enn møguleiki fyri at Hardy bara hevur tikið okkurt slag av hostasaft sum hon ikki skuldi hava brúkt, og tí ‘bara’ fær eina ávaring frá WADA… men tá er hennara rykti tó med alla oyðilagt av hesari søgu.

3 thoughts on “Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping”

  1. Nú eru offisiellu tíðindini komin, at Hardy er tikin fyri at hava dopað seg við Clenbuterol. Eitt løgið við testini er tó, at hon varð testað tríggjar ferðir – aftaná 100 bringu, aftaná 100 frí og aftaná 50 frí – men at bara testin eftir 100 frí vísti Clenbuterol (í bæði A og B prøva)

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/18617.asp?q=Olympian%20Jessica%20Hardy%27s%20Tests%20Positive%20for%20Drugs;%20Hardy%20Denies%20Cheating%20Through%20Agent;%20USA%20Swimming%20Releases

  2. Sambært Craig Lord á SwimNews verður tað torført hjá Hardy at sleppa undan dopingdóm, nú talan er um Clenbuterol. Har eru nevniliga fordømi, sum øll hava fingið dóm.

    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=6234

    Annars áhugavert at lesa at Clenbuterol verður brúkt í amerikanskum hestaítrótti, til at vaksa um lungakapasitetin hjá hestunum. Avmarkingin er har at evnið skal vera úr kroppinum í seinasta lagi 1 tíma áðrenn kapping. Ein onnur verð 🙂

  3. Hon var éin hundraðpart frá at koma á OL-liðið í 100 bringu, og eitt sekund frá síni bestu tíð, so hon gevur fyrst og fremst sær sjálvari skyldina fyri ikki at kvalifisera seg. Men tá ið tað nú vísir seg at amerikanska svimjisambandið eftir øllum at døma í góðari tíð visti um at Jessica Hardy fór at verða tikin fyri doping, og tó so ikki meldaðu Kirk á liðið í staðin fyri Hardy áðrenn freistin var úti, so følir Kirk seg snýtta.

    Lesið t.d.
    http://www.latimes.com/sports/la-sp-hardy26-2008jul26,0,6183183.story
    http://www.nytimes.com/2008/07/26/sports/olympics/26swim.html

    Og blogguna hjá Kirk
    http://wcsnblogs.com/swimming/tarakirk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.