Shaq vs Michael Phelps

Amerikanski kurvabóltsrisin Shaquille O’Neal og Michael Phelps møttust herfyri til holmgongu í heimahylinum hjá Phelps, at vita hvør sum vann flest av trimum ymiskum svimjikappingum. Í fyrstu skuldi O’Neal svimja 25 yards meðan Phelps svam 50, har Phelps slapp at byrja 5 sekund áðrenn O’Neal. Í næstu svam Phelps einsamallur 200 yards blandað, meðan O’Neal svam teir síðstu 50 frí í 200 blandað stafett saman við Dana Volmer, Arianna Kukors og Rebecca Soni. Í triðju skuldi Phelps svimja 75 yards meðan O’Neal svam 50. Um O’Neal vann flest kappingar, so skuldi Phelps siga fyri opnum sjónvarpsskermi, at O’Neal var tann størsti. Um Phelps vann flest, so skuldi O’Neal royna seg sum synkronsvimjari.

2 thoughts on “Shaq vs Michael Phelps”

  1. Eg skilji ikki hasa rygg-til-rygg-vendingina hjá honum í 200 blandað. Crawlbein og bringuarmar? Og eru hatta firvaldabeinspørk í bringusvimjingini?

    1. It’s all staged 😉
      Vendifløggini eru ikki har, so Phelps verður noyddir til at “improvisera” tá ið hann vendur í rygg haha.
      Og firvald bein í bringu hongur kanska saman við skaðan hann fekk í hasari bilvanlukkuni, ella var tað eitt avtala handikapp fyri at gera kappingina so javna sum gjørligt? Who knows, who cares, hatta var bara stuttligt hehe.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.