Ein nýggj kanning bendir á, at svimjing í klorreinsaðum hyljum økir um vandan fyri at fáa astma og ovurviðkvæmi, hjá teimum sum longu eru í vandabólki fyri at fáa hesar sjúkur. Belgiarar kannaður 847 tannáringar millum 13 og 18 ár, sum plagdu at svimja annaðhvørt í klorreinsaðum hyljum, ella í svimjihyljum har tey reinsaðu við onkrum kopar-silvur reinsingarevni. Vandin var 80% hægri fyri at fáa astma hjá teimum sum svumu 100 til 500 tímar í klorreinsaðum hyli, og øktist so fleirfaldað so hvørt sum tey svumu meira. Les ajc.com
Og hví eru hesi í vandabólkinum?
Hvat er tað sum ger at nøkur mennisku ikki tola tað sum onnur ongar trupuleikar hava av?
Eg kenni so ein afturvendandi trupuleika, men stuttligt var um okur fingu hesir ‘klóku’ at kanna tað.
Tá ið tað so er sagt, so vóni eg ikki at nakar hylur her í landinum verður bygdur við klorreinsianleggi.
At vit hvør sær tola ymiska nøgd av klori, og at fleiri og fleiri tí verða ávirkað av samlaðu nøgdina, tess størri hon er.
Her er ein greining sum gjølla sundurgreinar hasa kanningina: http://www.nhs.uk/news/2009/09September/Pages/SwimmingAsthmaRisk.aspx
Har stendur m.a. sum niðurstøða:
exposure to tobacco smoke
Tá ið eg hugsi um mínar royndir á økinum, so er tað min. 9 út av 10 tá ið talan er um serliga alvorligar astma trupuleikar. Í dk og í fø.
http://www.swimnews.com/News/view/7824
Tók mær eina góða løtu at finna orð til alt hetta her føroyskt-medisinska, men
http://www.svimjing.com/2010/07/09/story/svimjarar-hava-astma-ti-at-svimjing-hoskar-til-astmatikarar