What’s in your swim bag ?

Virkuliga stuttligt innslag her av heimasíðuni hjá USA Swimming, har tey hava spurgt nakrar av kendastu svimjarunum á US Grand Prix í Indianapolis, hvat ið tey hava í taskuni.

[Tyler Clary hevði ein iPad, sum hann brúkar sum iPod, umframt oyrabollar. Hann vann bronsu í 400 blandað á HM í Rom 2009, og silvur í 200 rygg á HM á stuttgeil í Dubai 2010.]
Continue reading What’s in your swim bag ?

Jessica Hardy vann kærumálið ímóti WADA

Altjóða antidoping-sambandið WADA tapti herfyri kærumálið ímóti amerikansku Jessica Hardy, um at fáa dopingkarantenu hennara upp á 2 ár, í mun til tað eina sum amerikanska dopingsambandið hevði givið hana. The Court of Arbitration for Sport (CAS) heldur at hon hevur handlað í góðari trúgv, tá ið hon tók tað kosttilskot sum seinni varð hildið at vera orsøk til at hon í 2008 testaði positiv fyri doping. Les t.d. her á BBC og her á SwimmingWorld.

Her niðanfyri tosar hon sjálv við The Morning Swim Show um málið

Continue reading Jessica Hardy vann kærumálið ímóti WADA

Jessica Hardy undir 29 sekund í 50 bringu

Jessie HardyAmerikanska Jessica Hardy betraði í dag um sítt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, við næstan einum hálvum sekundi, frá 29.36 á World Cup í Moskva seinasta leygardag, til 28.96 nú á World Cup í Stockholmi í dag. Harvið er hon fyrsta kvinna undir 29 sekund í 50 metra bringusvimjing, á sama hátt sum hon her í august gjørdist fyrsta kvinna undir 30 sekund. Næstar eftir Hardy vóru avstralska Leisel Jones 30.15 og norska Katharina Stiberg við 30.45, finska Katja Lehtonen við 30.63 og svenska Jennie Johansson við 30.64. Danska Rikke Møller Pedersen endaði tíverri heilt afturi sum nr 13 og uttanfyri finalu, við tíðini 31.45. Sí úrslit

The Morning Swim Show tosar við Jessica Hardy

Peter Busch á The Morning Swim Show tosar her í videoini við amerikansku Jessica Hardy, sum herfyri setti trý heimsmet í 50 og 100 bringu, á U.S. Open í vikuni eftir HM í Rom. Hardy kundi ikki luttaka á HM í Rom, av tí at hon enn var í karantenu fyri doping, eftir á amerikansku úttøkustevnuni til OL í Beijing í fjør at verða testað positiv við anabolska steroidinum clenbuterol. Ein dómur sum altjóða antidopingfelagskapurin WADA enn metir eigur at vera tvey ár, men sum amerikanska antidopingnevndin hevur stytt til eitt ár, av tí at tað skal hava verið av óvart. Busch og hon tosa um heimsmetini og seinasta árið, umframt um hennara stríð við WADA.

Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping

Amerikanarar eru á gosi, nú bæði A og B dopingroyndirnar hjá Jessica Hardy frá U.S. Trials vísa seg at vera positivar. Hon hevur nevniliga kvalifiserað seg til OL í Beijing í 100 bringu og 50 frí, men er nú sambært SwimInfo ikki longur í leguni hjá OL hópinum. Tað er ikki kunngjørt enn akkurát hvat hon hevur hevur dopað seg við, men viðmerkingarnar á SwimInfo nevna Clenbuterol, sum kann nýtast til at fáa steroid-pumpaðar vøddar at virka betri, umframt sambært slatrinum at vera populert slankievni hjá t.d. Britney Spears.

Og føroyingar, gevið gætur at altjóða matvøruvinnan kann finna uppá at brúka Clenbuterol til at pumpa djór upp við, og at hetta evnið fyrr hevur gjørt fólk sjúk sum ótu djórini. Úr viðmerkingunum “In 2006, 330 people fell ill in Shanghai after eating pork tainted with clenbuterol.”. Av hesi orsøk hevur t.d. amerikanska landsliðið sambært The New York Times avgjørt at taka kjøt við sjálvi til Beijing, tí tey eru bangin fyri at amerikanarar annars risikera at testa positiv í doping-royndunum, av tí at tey hava etið kinesiskt kjøt. Continue reading Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping