So eru tað Oyggjaleikir 2015

Mánamorgunin 29. juni byrjar svimjistevnan á Oyggjaleikum á Jersey 2015, har 15 føroyskir svimjarar fara at royna at vinna okkum so nógv heiðursmerki sum gjørligt, í harðari kapping við hinar oyggjarnar. Útlitini eru góð á pappírinum, men einki kemur tó uttan at svimjararnir svimja seg til tað.


Continue reading So eru tað Oyggjaleikir 2015

Útlit fyri heiðursmerkjum á Oyggjaleikum 2015

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum hava nú sent út ein fyribils startlista til leikirnar á Oyggjaleikum, sum vísir at Føroyar liggja væl fyri til at taka heiðursmerki. Hóast harða kapping frá til dømis Fraser-beiggjunum av Cayman-oyggjunum, so verða okkara svimjarar 10 ferðir styrkismettir til at taka gull, 8 ferðir at taka silvur og 11 ferðir bronsu, áðrenn tær 8 liðsvimjingarnar eru taldar við.

(Image courtesy of Ben Salter)
Continue reading Útlit fyri heiðursmerkjum á Oyggjaleikum 2015

Úttøka til Oyggjaleikir 2015

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi 15 svimjarar til Oyggjaleikir 2015, sum verða á Jersey frá 27. juni til 3. juli.

Kvinnur

  • Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
  • Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
  • Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Ægir
  • Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
  • Maria Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

Menn

  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Bartal Hestoy (1992), Havnar Svimjifelag
  • Eyðbjørn Joensen (1996), Suðuroyar Svimjifelag
  • Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
  • Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
  • Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

Hesi hava øll klárað kravtíð til Oyggjaleikir, hóast kravtíðirnar eru so mikið harðar sum meðaltíð at vinna bronsu á trimum teimum seinastu Oyggjaleikum.
Continue reading Úttøka til Oyggjaleikir 2015

Video frá úttøkustevnuni í dag

Her eru nakrir riðlar frá SMS úttøkustevnuni til oyggjaleikir og Baku, sum Havnar svimjifelag skipar fyri hetta vikuskiftið. Fleiri svimjarir svumu undir kravtíð millum annað Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr HS í 400 frí hjá monnum (riðil 3, geil 4); Astrið Foldarskarð (HS), Jonna Bjartalíð Thomsen (Ægir) og Lív Eidesgaard (HS) í 50 firvald (riðil 4, geil 3, 4 og 2); Alvi Hjelm (Ægir) og Bartal Hestoy (HS) í 200 blandað (riðil 1, geil 4 og 3) og Sára R. Nysted úr Susvim í 200 blandað (riðil 2, geil 3).

Tíðin hjá Sáru R. Nysted í 200 blandað var 2:19.78, sum sær út til at vera nýtt føroyskt met og junior met. Tó, úrslitini her skulu takast við fyrivarni tí tey eru ikki váttaði. Gamla metið hjá Poulu Ø. Mohr frá NM 2012 var 2:20.21.

Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Eg skal við hesum boða frá, at HS-stevnan sum skuldi vera í Havn hin 11. og 12. apríl 2015, verður flutt til 18. og 19. apríl 2015. Hetta við góðkenning frá starvsnevndini í Svimjisambandi Føroya, og í samráð við høvuðsvenjararnar, og fyriskipararnar í Havnar Svimjifelag.


Continue reading Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015

Hesi hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2015

Tilsamans 14 svimjarar hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir á Jersey í summar, um vit hyggja at øllum úrslitum síðani kravtíðarskeiðið byrjaði hin 1. september 2014. Heili 9 konufólk og 5 mannfólk, har sterkasta kort sjálvsagt er Pál Joensen í 1500 frí.


Continue reading Hesi hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2015

Broyttar kravtíðir til Oyggjaleikir 2015

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Soljóðandi skriv varð sent formonnum og venjarum í føroysku svimjifeløgum í gjárkvøldið:

Góðu tit formenn og venjarar í føroysku svimjifeløgunum

Viðfest er skriv um broyttar kravtíðir til Oyggjaleikir 2015. Hetta er gjørt eftir áheitan frá serliga høvuðsvenjarum, og vil eg í hesum sambandi takka Petur Heðini fyri uppskot til broyttu kravtíðir.

Viðvíkjandi EJM í Baku, so hava vit fingið munnliga og í prinsipinnum eisini skrivliga váttan frá EOC umvegis ÍSF, at Føroyar sleppa at luttaka undir EOC-flaggi. Tað vil siga undir olympisku ringunum.

Vit bíða tó enn eftir skrivligu innbjóðingini, og harvið hurðini til at kunna byrja veruligu fyrireikingina til luttøku har.

Tað er ÍSF og her serliga ÍSF-forsetin sum hevur loyst knútin so at vit kunnu luttaka, og tað eru eisini tey sum taka sær av at fáa loyst upp fyri hesum síðsta.

Við svimjikvøðu

vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Oyggjaleikir verða á Jersey í 2015

Limalondini í Island Games Association atkvøddu her í vikuskiftinum um, hvør ið skuldi sleppa at hýsa Oyggjaleikirnar í 2015. Úrslitið varð at Jersey vann við 28 atkvøðum, ímóti 27 atkvøðum til Gotland. Ein atkvøða var blonk. Tosað verður um at Føroyar møguliga fara at royna at sleppa at hýsa Oyggjaleikirnar í 2017, men til tá er raðfylgjan altso Isle of Wight í 2011, Bermuda í 2013 og Jersey í 2015. Lesið her á sportal.fo.