Úrslit frá HS-stevnuni 14. og 15. november 2015

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali nú 14. og 15. november 2015, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.

Hendan stevna var síðsta freist at klára kravtíð til evropameistarastevnuna á stuttgeil 2015, og til norðurlendsku meistarastevnuna og juniormeistarastevnuna 2015.

Untitled
Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni 14. og 15. november 2015

Róland 2:20.10 og føroyskt juniormet í 200 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 2:20.10. Hann átti sjálvur juniormetið á 2:21.33, frá tá ið hann á FM/JM 2015 vann silvur aftanfyri Pál Joensen. Pál eigur føroyska metið á 2:14.82, frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015.

Untitled

Innbjóðing til HS-stevnu 14. og 15. november 2015

Havnar Svimjifelag bjóðar í viðfestu innbjóðing til SMS kapping í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin 14. og 15. november 2015, fyri allar aldurbólkar. Hendan stevnan er seinasti møguleiki at klára kravtíð til EM á stuttgeil í Ísrael og til NM/NJM í Bergen, báðar hesar stevnur í desember mánaða.

20141101110036- DSC07394

Úrslit frá HS-stevnuni hin 18. – 19. apríl 2015

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Gundadali nú í vikuskiftinum, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Ein stevna á einastandandi høgum støði, sum setti punktum fyri møguleikanum at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Jersey í summar, og til Evropeisku Leikir í Baku.


Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni hin 18. – 19. apríl 2015

Ásbjørg 1:12.38 og føroyskt met í 100 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:12.38. Malan Vitalis Bærendsen átti føroyska metið á 1:13.13, frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009. Ásbjørg átti sjálv juniormetið á 1:13.93 frá Ægir-stevnu í februar mánaða. Kravtíðin til Oyggjaleikir á Jersey er 1:13.33.

Signhild 2:19.21 og føroyskt juniormet í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 2:19.21. Hon átti sjálv juniormetið á 2:19.24, frá Ægir-stevnu í februar mánaða. Kravtíðin til Oyggjaleikir er 2:20.03 í hesari grein, og svam Signhild sostatt væl undir hesa, saman við Mariu Antoft úr Havnar Svimjifelag sum svam 2:19.79.

(Maria glað um at klára kravtíð. Signhild móð í bakgrundini)

Ásbjørg 32.96 og føroyskt met í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 32.96 sekund. Hon átti sjálv metið á 33.71 frá Ægir-stevnu í februar mánaða. Kravtíðin til Oyggjaleikir er 34.12, og hon var eisini heilt nær kravtíðini á 32.85 til Evropeisku Leikir í Baku.