Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Eg skal við hesum boða frá, at HS-stevnan sum skuldi vera í Havn hin 11. og 12. apríl 2015, verður flutt til 18. og 19. apríl 2015. Hetta við góðkenning frá starvsnevndini í Svimjisambandi Føroya, og í samráð við høvuðsvenjararnar, og fyriskipararnar í Havnar Svimjifelag.



Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at víðka kravtíðarskeiðið tilsvarandi til Oyggjaleikir 2015. Tað vil siga, at síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Jersey í 2015, er sunnudagin 19. apríl 2015.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.