Enn eitt frálíkt FM og JM í svimjing

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Farna vikuskiftið var aftur stór svimjistevna í Tórshavn, við avbera góðum úrslitum. Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan 2010 var triðju ferð innan fyri eitt ár at Svimjisamband Føroya saman við Kringvarpi Føroya hevur skipað fyri sjónvarpaðari svimjistevnu í fullskrýddari høll, og hvørki svimjarar ella áskoðarar sviku álitið.

CIMG3279
Continue reading Enn eitt frálíkt FM og JM í svimjing

SuSvim vann flest heiðursmerki á FM/JM 2010

Suðuroyar Svimjifelag vann 33 gull, 28 silvur og 21 bronsuheiðursmerki á FM/JM 2010. Ægir vann næstflest við 22 gull, 28 silvur og 16 silvur, meðan HS vann triðflest við 15 gull, 9 silvur og 15 bronsu. Í juniorkappingini vann Ægir flest heiðursmerki við 13 gull, 14 silvur og 10 bronsu, meðan SuSvim í seniorkappingini vann 20 gull, 18 silvur og 11 bronsu. Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki av øllum, 13 gull og 1 silvur, meðan Birita Debes úr FLOT vann flest hjá kvinnum, 9 gull og 2 silvur.
Continue reading SuSvim vann flest heiðursmerki á FM/JM 2010

Ársins svimjarar og stjørnuskot

Høvuðsvenjararnir í føroysku svimjifeløgunum hava í leypi av Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2010 tingast um, hvør sum skuldu fáa heiðurin at verða ársins svimjari og ársins stjørnuskot hjá monnum og kvinnum. At enda á FM/JM 2010 varð so avdúkað, at ársins svimjarar vórðu Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, og at ársins stjørnuskot vórðu Tanja Skaalum og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Pál Joensen vann kappingina um at røkka hægstu FINA stig á FM/JM 2010, við at svimja 7:59.04 og 864 FINA stig í 800 frí.

DSC_5024

1 føroyskt met og 5 juniormet, triðja dag á FM/JM 2010

Føroysku svimjararnir megnaðu síðsta kvøld á FM/JM 2010 at seta tvey juniormet og eitt føroyskt met afturat teimum trimum juniormetunum frá kappingunum um morgunin, soleiðis at samlaði skurðurin á FM/JM 2010 gjørdist 7 føroysk met og 21 juniormet, í mun til 7 føroyskt met og 13 juniormet á FM/JM 2009.
Continue reading 1 føroyskt met og 5 juniormet, triðja dag á FM/JM 2010

Nógvar nýggjar nálir givnar í morgun

CIMG3366Út yvir øll hesini metini á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni nú, so hava eitt ótal av svimjarum eisini betrað um sínar persónligu tíðir. Hartil merktu nýggju nálirnar ‘við stjørnu’, at heilir 14 svimjarar nú í morgun kundu fáa handað “bronsunál við stjørnu”, 1 eina silvurnál og 7 “silvurnál fyri stjørnu”, fyri tíðir roknar her á FM/JM 2010.

CIMG3349
Continue reading Nógvar nýggjar nálir givnar í morgun

2 juniormet afturat í morgun

Helena Strøm Sævarsdóttir, Tanja Skaalum, Erna Katrin Olsen og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu beint nú nýtt juniormet í innleiðandi riðlunum av 4 x 50 frí, við tíðini 1:54.73 har juniormetið hjá Ægir frá MU 2010 var 1:55.66. Og Magnus Jákupsson, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Høgni Miné settu somuleiðis juniormet í innleiðandi riðlunum av 4 x 50 frí, við tíðini 1:42.43 har metið hjá HS frá kapping í Havn í desember var 1:43.88.

Sostatt eru 6 føroysk met og 19 juniormet sett til nú, á FM/JM 2010.

Pál fyrsti føroyingur sum fær gullnál við stjørnu

CIMG3344Svimjisamband Føroya hevur her í vikuni innført nakrar nýggjar nálir, afturat bronsunálini, silvurnálini og gullnálini. Hesar nýggju eita ávíkavist “bronsunál við stjørnu”, “silvurnál við stjørnu” og “gullnál við stjørnu”, og eru nakað harðari enn tilsvarandi heiðursmerkjalitur, soleiðis at “gullnál við stjørnu” nú er tann fínasta nálin í Føroyum. Og í morgun kláraði Pál so sum fyrsti føroyingur at svimja undir kravtíðina til “gullnál við stjørnu”, tá ið hann í 800 frí svam 7:59.04 og 864 FINA stig, har nálatíðin til gullnál við stjørnu er 8:13.67.