Meðan tey leiðarar, hjálparfólk og dómarar ruddaðu av eftir FM/JM 2010, so sloppu svimjararnir oman í HB-húsið at hugna sær.
DJ Dánjal vendi plátum (ella hvat tað nú eitur í dag)
Tað tók bara 1 tíma at fáa høllina ruddaða aftur fyri fløgg, teppi, dómaraplatt osfr. Eitt veruligt ‘road show’, sum vit burdu farið út at ferðast við 🙂
Eftir ruddingina var eisini ein løta fyri ‘ruddarunum’ yviri í ÍSF-húsinum, men haðani eru tíverri / tíbetur ongar myndir.