Ársins svimjarar og stjørnuskot

Høvuðsvenjararnir í føroysku svimjifeløgunum hava í leypi av Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2010 tingast um, hvør sum skuldu fáa heiðurin at verða ársins svimjari og ársins stjørnuskot hjá monnum og kvinnum. At enda á FM/JM 2010 varð so avdúkað, at ársins svimjarar vórðu Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, og at ársins stjørnuskot vórðu Tanja Skaalum og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Pál Joensen vann kappingina um at røkka hægstu FINA stig á FM/JM 2010, við at svimja 7:59.04 og 864 FINA stig í 800 frí.

DSC_5024

2 thoughts on “Ársins svimjarar og stjørnuskot”

  1. Ársins svimjari bleiv Magnus Jákupsson – heilt fantastiskur svimjari sum eg vænti nógv av framyvur. Hann vísti eisini sera góð úrslit til FM; sera sera flott.

    Men – men – men, góðu høvuðsvenjarar, eg gangi út frá at avrikið sum ársins svimjari er ein heiður sum verður givin svimjara sum hetta seinasta árið hevur víst tey bestu úrslitini, saman við øðrum faktorum, sosum venjingar-innsatstur o.s.fr.

    Føroyar vunnu eitt WORLD CUP seinasta heyst, við skjótastu 1500m tíð sum nakrantíð er svomin í Olympiska hylinum í Moskva, í sama hyli sum legendariski Vladimir Salnikov sum tann fyrsti nakrantíð, svam 1500 m frí undir 15 min. hetta var í 1980.

    Føroyska fólkið gav hesum svimjara heiðurin, við at velja hann til ársins íttróttarfólk, enntá tríðja árið á rað – men tit góðu venjarar, í okkara egna lítla svimjiheimi, tit sum áttu at stuðla okkara besta svimjara allarmest, tit unna honum ikki hendan heiðurin – kann nakar grundgeva fyri hesi avgerð?

    heilsan Heri Mortensen

    1. Eg eri heilt einigur vid tær Heri. Eg spurdi eitt annad stad hvørji kriterie vóru fyri at velja ársins svimjara. Haldi tad liggur eitt sindur í ordinum “ársins” at tad má vera fyri alt svimjiári. Og har kann eingin yvi vera um hvør hevur framt stórsta bragd hetta seinasta ári, og ja í føroyskum ítrótti yvirhøvur, nakrantí.!!! Um vi hyggja isolera uppá FM, og brúka eitt kriterie sum eitur at hava víst stórst framgongd har, so skilji eg væl at valid fall á Magnus. Men so skuldi tad ikki verid “ársins” svimjari, men heldur okkurt ala “Man of the match/meet”.
      Hetta er bestemt ikki fyri at takad nakad frá Magnusi (og tad vil eg undirstrika 1000 ferdir), sum eg vænti mær ótrúliga nógv av… Altso 25,17 í 50 firvald og 2.04 á 200 rygg hevdi verid meir enn nokk til heiti “ársins” fyri fádum árum sídani. Men nú er tad bara soleidis at Pál eisini er har, og at ein tíd sum er í top 10 í heiminum, fleirfalt OYL gull/met, og enntá ein World Cup sigur má telja meira…..

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.