Upptakt til teir 400 í Stockholm

Pál luttekur í innleiðandi 400 frí á World Cup stevnuni í Stockholm í morgun, og klárar vónandi tá at gerast millum 8 teir skjótastu, sum er kravið til at sleppa í finaluna í kvøld. Hann hevur sum er sjeyndbestu tilmeldingartíð. Fylgjast kann við innleiðandi riðlunum á www.omegatiming.com frá kl 09:00 føroyska tíð, og finalan verður hartil sjónvarpað av SVT24 og streamað ‘live’ frá kl 18:00 føroyska tíð. Neyðugt er at brúka Internet Explorer, til at kunna síggja streamingina.

Nøkur met:

  • Føroyskt met: 3:45.21 (Pál Joensen, FAR, Kolding 26. okt. 2008)
  • Danskt met: 3:42.08 (Jacob Carstensen, DEN, Sheffield 14. mar. 1998)
  • Norðurlendskt met: 3:40.81 (Anders Holmertz, SWE, Paris 4. feb. 1990)
  • Evropeiskt met: 3:37.35 (Yury Prilukov, RUS, Manchester 11. apr. 2008)
  • Heimsmet: 3:34.58 (Grant Hackett, AUS, Sydney 18. jul. 2002)

8 teir bestu:

Nr Navn Tjóð Føddur 100m 200m 300m 400m Stað og dagfesting
1 Paul Biedermann GER 1986 53.50 1:48.66 2:43.40 3:38.22 Berlin 17. nov. 2007
2 Robert Hurley AUS 1986 53.05 1:48.99 2:45.42 3:42.50 Melbourne 22. sep. 2008
3 Oussama Mellouli TUN 1984 ? ? ? 3:43.33* ?
4 Robert Margalis USA 1982 ? ? ? 3:44.15* ?
5 Nicolas Frost AUS 1986 53.02 1:50.23 2:47.65 3:44.44 Melbourne 31. aug. 2007
6 Mads Glæsner DEN 1988 ? ? ? 3:44.98* ?
7 Pál Joensen FAR 1990 53.71 1:51.00 2:48.55 3:45.21 Kolding 26. okt. 2008
8 Christoffer Vikström SWE 1987 54.65 1:53.81 2:53.45 3:52.72 Jönköping 24. nov. 2007

*Mellouli hevur svomið 3:40.49 í Sydney tann 25. oktober 2008
*Margalis hevur svomið 3:42.22 í Shanghai tann 7. apríl 2006
*Glæsner hevur svomið 3:44.91 í Debrecen tann 13. desember 2007

3 Oussama Mellouli TUN 1984 25.59 53.35 1:50.18 3:40.49
Sydney 25. okt. 2008
4 Robert Margalis USA 1982 26.08 54.01 1:50.46 3:43.22
Shanghai 7. apr. 2006
6 Mads Glæsner DEN 1988 26.50 55.02 1:52.03 3:44.91 Debrecen 13. des. 2007

Onnur áhugaverd føroysk met:

  • 100m: 52.21 (Pál Joensen, FAR, Tórshavn 8. nov. 2008)
  • 200m: 1:47.13 (Pál Joensen, FAR, Kolding 24. okt. 2008)

Heilsan úr Stockholm

Jón og Pál heilsa úr Stockholm, at hylurin har yviri er “fábulaktigur”, og at Pál annars er væl fyri. Har eru 20 kamera á botninum av hylinum, sum verða brúkt til backup video døming. Tað vil siga, at um dómararnir eru í iva, so kunnu teir velja at hyggja at videounum. Hotellið er super, maturin fantastiskur, og sviiar fittur sum altíð. Les eisini á susvim.com

DSC01844

Mellouli 14:34.31 í Moskva

Sí úrslitalista sum PDF-fíla, her á omegatiming.com. Til nú hevur hann ‘bara’ svomið 14:54.73 í ár, tann 18. oktober á World Cup stevnuni í Durban. Men kanska var tað tí at hann bleiv rætt pressaður hesu ferð, av russiska Vitally Romanovich, sum nú í Moskva svam teir 1500 í tíðini 14:40.46. Romanovic luttekur ikki í Stockholm; men tað er væl heilt greitt at Mellouli fyri tað er klárur favorittur at vinna gullið, nú Pál skal yvir at svimja ímóti honum.

Upptakt til teir 1500 í Stockholmi

Tað verða mest sannlíkt teir fýra Mads Glæsner úr Danmark, Oussama Mellouli úr Tunesia, Robert Margalis úr USA og Pál Joensen úr Føroyum, sum skulu kappast um heiðursmerkini á World Cup í Stockholmi, mikudagin 12. november 2008. Eg havi her niðanfyri funnið splitt-tíðir hjá hesum fýra av www.swimrankings.net (og nú 10. november av www.omegatiming.com), til okkum at kunna samanbera við, tá ið hesir bresta saman.

Nøkur met:

  • Føroyskt met: 14:49.34 (Pál Joensen, FAR, Kolding 25. okt. 2008)
  • Danskt met: 14:45.16 (Mads Glæsner, DEN, Greve 27. okt. 2007)
  • Norðurlendskt met: 14:45.16 (Mads Glæsner, DEN, Greve 27. okt. 2007)
  • Evropeiskt met: 14:16.13 (Yury Prilukov, RUS, Helsinki 9. des. 2006)
  • Heimsmet: 14:10.10 (Grant Hackett, AUS, Perth 7. aug. 2001)

Continue reading Upptakt til teir 1500 í Stockholmi

Pál møguliga til Stockholm at kappast ímóti Glæsner og Mellouli

Sum tit kanska hoyrdu í Útvarpinum fyri løtu síðani, so verður arbeitt við at fáa Pál til Svøríkis at kappast í næstu viku, á árligu World Cup stevnuni í Stockholmi. Ein ógvuliga áhugaverd kapping, har t.d. Mads Glæsner og OL-gullvinnarin Oussama Mellouli longu eru tilmeldaðir í 1500 frí.

Her síggja vit Mellouli vinna gull í 800 frí á OL í Beijing í august HM í Melbourne í fjør. Hann varð seinni dømdur at missa gullið, vegna doping (sí gomul tíðindi her á svimjing.com):


Continue reading Pál møguliga til Stockholm at kappast ímóti Glæsner og Mellouli

Nú koma teir nýggju startskamlarnir

Sum tit kunnu lesa um og síggja á www.simma.nu og www.eriksdalsbadet.se, so verður tað á World Cup stevnuni í Stockholm í næstu viku, at teir nýggju FINA góðkendu startskamlarnir við trackstart-beinstúttu fyri fyrstu ferð nakrantíð verða brúktir í altjóða kapping. Framleiðararnir siga at hesir nýggju skamlar fara at kunna betra um tíðirnar við umleið tveimum tíggjundapørtum, í mun til vanligar skamlar, men tað krevur sjálvsagt at svimjarin venur seg við at brúka teir. Leggið til merkis, at man kann flyta hasa stúttuna aftur og fram, alt eftir hvat ið passar einum best.