LIVE stream frá DMH 2013

Sum nevnt í gjár, so kann man síggja Danske Mesterskaber for Hold her á Ustream, og fylgja við úrslitunum her á livetiming.dk. Tey eru við at vera liðug fyri í morgun, men byrja so aftur seinnapartin.



Live video by Ustream

Kappingin er nú í dag og í morgun frá klokkan 10 og klokkan 16, danska tíð (ávíkavist 9 og 15 í Føroyum). Talan er um ‘beinleiðis finalur’, sum merkir at tey ikki svimja fyrst innleiðandi riðlar og so seinni finalur, men heldur avgreiða hvørja kapping sær, beinanvegin og uttan finalur.

Frans nr 3 í 200 blandað, Magnus best í 50 rygg

Teir báðir føroyingarnir við donskum svimjitjóðskapi kláraðu seg eisini væl á “Danske Mesterskaber for Hold” í morgun; í 200 blandað varð Frans Johannesen nummar 3 við 1:58.97, og í 50 rygg varð Magnus Jákupsson nummar 1 við 24.49. Úrslitið hjá Magnusi var serliga imponerandi, tí at hann harvið basti danska OL-luttakaranum Mathias Gydesen (24.54), sum venur í USA og hevur júst hesar stuttu rygg-greinar sum sergrein. Gydesen svam 100 rygg á OL í London, tit minnast kanska hvussu hann var 1 hundrapart frá hørðu OL-kravtíðini, og so endaði við at sleppa við allíkavæl.

Alvi 4:00.06 og nr 5 í 400 frí á DMH 2013

Alvi Hjelm megnaði á “Danske Mesterskaber for Hold” í morgun at svimja 400 metra frísvimjing uppá 4:00.06, har besta tíð hjá honum er 3:58.52 frá NJM í Vaasa í desember 2012. Tíðin var nóg góð til at hann varð nummar 5 av teimum 18 luttakandi í hesi kapping, so úrslitið fer at gera mun í kappingini um at gerast besta danska lið, har ein annar Esbjerg-svimjari (Martin Sander Pedersen) varð nummar 2 við júst 3:58.52. Sí úrslitalistan her.

Birita 28.64 og nr 3 í 50 rygg á DMH 2013

Birita Debes megnaði á “Danske Mesterskaber for Hold” í morgun at svimja 50 metra ryggsvimjing uppá 28.64 sekund, 13 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá henni sum er 28.51 frá HM í Istanbul 2012. Hon varð nr 3 av teimum 18 luttakandi úr bestu liðum í danskari svimjing, har Cecilia Hansen varð nummar 2 við 28.45, og Mie Ø. Nielsen so greitt nummar 1 við 27.25. Sí úrslitalistan her.

Startlistarnir klárir til DMH 2013

So eru startlistarnir sjónligir til Danske Mesterskaber for Hold, sum eru í Kastrup Svømmehal í dag og í morgin. Tað er sum við landsdystinum hjá okkum ímóti Íslandi, at av tí at avmarking er á hvussu nógv hvør svimjari kann luttaka í, samstundis sum felagið helst skal svimja allar greinar til at fáa flest møguligu stig, so er tað ikki altíð heilt upplagt hvat hvør einstakur svimjari svimur. Ein kabala hjá venjaranum at fáa at ganga upp.

DSC01907

(Mynd úr Kastrup Svømmehal frá NJM 2010)

Frans Johannesen skal í morgun svimja 200 blandað Magnus Jákupsson 50 rygg, Birita Debes 50 rygg og Alvi Hjelm 400 frí. Síðani skulu onkur sikkurt luttaka í stafettunum, sum eru 4×100 blandað fyri menn og kvinnur. Pál Joensen er ikki á startlistunum, eg havi frætt at tað var sum væntað, ein í so drúgv sjúkralega sum forðar honum í at svimja nú.

Tað er rúgvismikið at rokna út hvør sum førir í liðkappingini, so tað fari eg at yvirláta til danirnar. Her á síðuni fylgja vit tí fyrst og fremst við, hvussu Birita og Alvi klára seg í mun til føroysk met og juniormet. Kappingin er á stuttgeil, tey brúka í bestu deildini FINA stig til at rokna út hvat lið sum klárar seg best, sí faldaran her.

So er tað DMH 2013 í Kastrup, við føroyskari luttøku

Nú um vikuskiftið verður “Danmarks Mesterskaberne for Hold 2013” avgreitt í Kastrup Svømmehal, við føroyskari luttøku. Á heimasíðuni hjá Kvik Kastrup lova tey live stream á Ustream, og hartil fara vit sum vanligt at kunna fylgja leypandi við úrslitunum á livetiming.dk. Føroyska luttøkan er mær vitandi tey bæði Birita Debes og Alvi Hjelm úr Ægir, teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen sum hava danskan svimjitjóðskap, og so vist nokk ikki Pál Joensen. Pál skuldi eftir røttum luttaka, men varð raktur av sjúku í leypi av Danish Open. Eg bíði enn spenntur eftir at startlistin skal kunna síggjast á livetiming.dk, men tað verður vist nokk altíð goymt til í allarsíðstu løtu, av taktiskum orsøkum.

Kastrup Svømmehal ready for the Nordic Juniors 2010

(Kastrup Svømmehal, tá ið tey skipaðu fyri NJM 2010 har)

Føroyskir svimjarar til Danmarkar at styrkja donsk lið

Danir skipa á hvørjum ári fyri “DM for Hold”, sum er stevna nakað líknandi okkara landsdystum ímóti Íslandi. Kappast verður í fleiri deildum, og úr bestu deild hevur í ár verið boð eftir føroyingum úr Suðuroyar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag og Ægir, til at styrkja um kjansin at vinna danmarksmeistaraheitið.

3 færøske stjerner

(3 føroyingar ið fara at kappast fyri hvør sítt lið á DMH 2013. René Thomsen tók myndina)
Continue reading Føroyskir svimjarar til Danmarkar at styrkja donsk lið