Sigma vann DMH 2013

So er endaúrslitið alment, Sigma vann bestu deildina í “Danmarks Mesterskaber for hold 2013”, í tøttum dysti ímóti Aalborg og Esbjerg. “Sigma Swim 1” fekk tilsamans 52776 stig, “Aalborg 1” 52559 og “Esbjerg 1” 52232 stig, meðan “VAT CPH 1” við einum sættaplássi akkurát helt seg yvir niðurflytingarstrikuni við 45094 stigum. Birita, Alvi og Frans fingu sostatt eitt bronsuheiðursmerki fyri stríðið, meðan Pál kann ergra seg um at hann allarhelst hevði gjørt munin til at Aalborg varð danmarksmeistari, og Magnus nokk í liðhøpi mest má gleða seg um ikki at flyta niður. Sí samlaðu støðuna her.

Birita 58.11 í 100 frí, Frans 49.66, Magnus 50.65

Birita Debes var fyrsti svimjari hjá Esbjerg, tá ið tey á “Danske Mesterskaber for Hold 2013” endaðu við 4×100 frí. Tíðin 58.11 er mær vitandi hennara besta tíð yvirhøvur, har besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 58.20 frá Ægir-stevnu í november. Stafettin hjá Esbjerg gjørdist nummar 3, aftanfyri Sigma og Aalborg.

Frans Johannesen svam skjótastu fyrstu 100 hjá monnum, tá ið hann í 4×100 frí svam fyrsta strekkið uppá 49.66, fyri Esbjerg sum eisini vann ta stafettina. Magnus Jákupsson var fyrsti svimjari hjá VAT, og megnaði hann har at svimja fyrsta strekkið uppá 50.65 sekund. VAT varð nr 7, Esbjerg nr 1, Sigma nr 2 og Aalborg nr 3.

Alvi 15:39.14 og nr 2 í 1500 frí á DMH 2013

Alvi Hjelm varð í áðni nummar 2 í 1500 metra frísvimjing á “Danske Mesterskaber for Hold 2013”, við tíðini 15:39.14 aftanfyri Anton Ørskov Ipsen úr Sigma á 15:09.50 og Marc Bach Nielsen úr Kvik Kastrup á 15:54.63. Eitt úrslit sum óivað telur væl við í roknskapinum hjá Esbjerg. Sí úrslitalistan her.

Birita 26.63 og nr 8 í 50 frí á DMH 2013

Birita Debes luttók nú seinnapartin í 50 metra frísvimjing á “Danske Mesterskaber for Hold 2013”, og varð hon har nummar 8 av teimum 18 luttakandi við tíðini 26.63. Besta tíð hjá Biritu er 26.46 frá Ægir-stevnu í Klaksvík 2012, meðan Guðrun Mortensen eigur føroyska metið á 26.04. Sí úrslitalistan her.

Frans nr 2 í 400 blandað, Magnus nr 2 í 200 rygg

Frans Johannesen varð í morgun nummar 2 í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á DMH 2013 svam teinin uppá 4:15.65, har Viktor B. Bromer svam 4:11.90. Nakað seinni var hann fyrsti maður í 4×200 frí hjá Esbjerg, og kláraði hann tað í óføru tíðini 1:46.44.

Magnus Jákupsson varð nummar 2 við 1:59.07 í 200 metra ryggsvimjing, aftanfyri Andreas Schiellerup á 1:58.79. Áðrenn tað varð Magnus kolldømdur í 100 metra firvaldasvimjing, fyri at hava eina hond í vending.

Støðan

Tey eru nú um at vera liðug við “Danske Mesterskaber for Hold”, og støðan er at tað tætt í oddinum, har Sigma Swim 1 førir við 39976 stigum, Esbjerg 1 (við Frans, Biritu og Alva) er nr 2 við 39616 stigum, og Aalborg 1 nr 3 við 39605 stigum. VAT CPH 1 (við Magnusi) er nakað aftanfyri sum nr 5 við 34566 stigum. Sí svoem.org

Birita 1:02.63 og nr 3 í 100 rygg á DMH 2013

Birita Debes luttók í áðni í 100 metra ryggsvimjing á “Danske Mesterskaber for Hold 2013”, og gjørdist hon tá nummar 3 av 18 luttakandi við tíðini 1:02.63. Føroyska metið hjá henni er 1:01.46 frá NJM 2010 í júst somu høll; men á DMH er tað allarviktigasta at man yvirhøvur fær eina tíð, so at Esbjerg fekk hesi 685 stigini afturat í kappingini ímóti Sigma og hinum. Sí úrslitalistan her.