Pál og Jón hava longu skrivað søgu

Tað er ringt at samanbera svimjing og fótbólt; men um tit fyristilla tykkum at har var onkur árlig ‘donsk meistarakapping’ í fótbólti, har øll tey bestu feløgini og landsliðið møttu, og føroyska ungdómslandsliðið so eisini valdi at møta og vann á øllum uttan tí allarbesta, við einum avriki sum øll vóru samd um kundi mátast 100% til at vera betri avrik enn nakað danskt ungdómslandslið nakrantíð hevði avrikað. Og har vit enntá vunnu 0-8 á danska ungdómslandsliðnum. So eru tit á leið har sum Pál var týsdagin. Continue reading Pál og Jón hava longu skrivað søgu

Orsaka svikaligu frásøgnirnar her

Eg havi verið eitt rættiliga upphongdur av ymiskum øðrum í seinastuni, og tað verður verri nú serliga í dag. Éitt er arbeiði, men hartil breyt eg eina stift-tonn seint fyrrakvøldið, sum eg so mátti fáa avgreitt eisini, áðrenn eg nú seinnapartin fari av landinum. Siti faktiskt og skrivi hetta her nú við følilsisleysari nøs og plágandi svangum búki. Continue reading Orsaka svikaligu frásøgnirnar her

Shaila sett met í 50 frí í morgun

Elspa átti gamla metið á 27.94 frá evropeisku juniormeistarastevnuni á Mallorca í 2006, men nú er tíðin so fyribils 27.55… nærum eitt hálvt sekund skjótari. Shaila varð nr 7 í hesum innleiðandi riðlum, og kvalifiseraði seg tí sjálvsagt til hálvfinaluna eisini. Elspa svam ikki 50 frí í morgun, men kvalifiseraði seg hin vegin til hálvfinaluna í 50 rygg, við triðbestu tíð 30.92.

Shaila sett føroyskt met í 100 firvald

Hetta var í einum sera hørðum riðli, har Shaila var styrkismett sum nr 5, og olympiskar svimjarar sum Jeanette Ottesen og Julie Hjorth-Hansen hálaðu ferðina upp. Firvald er ikki ein grein har tað er serliga gott at svimja móti harðari kapping; tí fyri tað fyrsta kann man ‘doyggja’ nakað so grúðuliga, um man roynir at fylgja við og tí leggur ov hart út, og fyri tað næsta skapa tey sum svimja frammanfyri rættiliga stórar aldur, ið síðani spjaðast út um allar geilar. Men hon gjørdi tað altso; betraði um sítt egna met við meira enn einum hálvum sekundi, frá 1.09.87 til 1:09.19. Continue reading Shaila sett føroyskt met í 100 firvald

Pál svimur 1500 frí í morgun

Men hann svimur sambært susvim.com ikki eftir metinum. “Eingin órsøk til at svimja skjótt, so hann slappar av, svimur bert fyri at vinna”. Pál burdi annars kunnað svomið óhugnaliga skjótt, nú hann betraði seg 12 sekund í 400 frí; tí 12 sekund yvir 400 metrar er jú umleið tað sama sum 45 sekund yvir 1500. Føroyska metið hjá honum er 16:05.02, og tá hevði hann altso svomið umleið 15:20, sum er 7 sekund skjótari enn danska juniormetið og bara 8 frá teirra seniormet. Men í morgun svimur hann altso bara fyri at koma í finaluna í annaðkvøld. Continue reading Pál svimur 1500 frí í morgun

DM 2008: Annar dagur

Orsaka meg, eg havi verið upptikin av onkrum øðrum. Malan svam 50 bringu finalu í kvøld og gjørdi tað gott, um enn ‘bara’ við eini tíð sum lá í millum metini bæði hjá henni frá í gjár. 35.52 sekund, har hon í gjáramorgun setti føroyskt met við 35.79 og síðani um kvøldið aftur met við 35.34. Elspa valdi 100 frí frá í kvøld, hóast hon fekk triðbestu tíð í morgun. Hetta var sikkurt tí hon vildi spara seg til hálvfinaluna í 100 rygg, har hon hon so eisini varð nr 2 við 1:05.10. Continue reading DM 2008: Annar dagur

Danska OL landsliðið úttikið

Seint í gjárkvøldið komu boðini um at 4×200 frí kvinnustafettin hjá dønum slapp at luttaka á OL, og danska svimjisambandið hevur tí úttikið Micha Østergaard og Louise Jansen afturat, til at styrkja um stafettina. Danska svimjisambandið skrivar víðari, at Micha Østergaard hevði verið úttikin undir øllum umstøðum, vegna ógvuliga góð úrslit á svimjistevnu í Canet í Fraklandi… eisini hóast hesi úrslit vórðu fingin eftir at freistin var farin. Continue reading Danska OL landsliðið úttikið