Sørin og Jon greiða frá startinum í svimjing

Eitt lítið kut burtur úr vitjanini hjá Svimjisambandi Føroya hjá Suðuroyar Svimfelag í Vági hin 25. februar 2012, Jon Hestoy og Sørin S. Djurhuus greiða frá um mannagongdina runt start í svimjing, tvs. hvussu høvuðsdómarin floytar og gevur tekin til startaran og so framvegis. So seriøst sum teir nú einaferð klára 🙂

Tvey føroysk met og eitt junior met í morgun

Pál Joensen og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í morgun tvey nýggj føroysk met í ávikavist 200 firvald og 50 frí. Guðrun setti samstundis nýtt juniormet í 50 frí. Tíðin hjá Pál var 2:04.45. Gamla metið hjá honum frá SuSvim stevnuni í mars var 2:04.75, sum hann setti við fullskeggi.
Metið hjá Guðrun í morgun var 26.37. Gamla metið hjá henni frá FM/JM í ár var 26.40.


Continue reading Tvey føroysk met og eitt junior met í morgun

Suðuroyar Svimjifelag fingið nýggja heimasíðu

Tað sær út til at lív er komið í aftur www.susvim.com, eftir at heimasíðan hevur ligið still eina tíð. Har er millum annað áhugaverdar vangamyndir av svimjarum á ymisku liðunum, og so ein blogga á forsíðuni sum óivað fer at kunna fyllast við áhugaverdum tíðindum, nú SuSvim svimjarar fara í allar ættir at kappast í summar.

susvim-mono-net

SuSvim við í rørsluátakinum hjá ÍSF

Suðuroyar Svimjifelag er eitt av teimum enn tíverri heldur fáu ítróttarfeløgum, sum nú í heystfrítíðini lata upp fyri almenninginum, at royna tann ítrótt tey vara av. Hini feløg eru Miðvágs Badmintonfelag, Havnar Tennisfelag, Bragdið, Róðrarfelagið Knørrur, borðtennisdeildin hjá bóltfelagnum Royn, Tórshavnar Golfklubbi, Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag, Mjølnir, Bogaskjótifelagið Vágaskot, Neistin og H71. Sí her á isf.fo.

SuSvim og Suðurrás savna inn til svimjihyl

Sum tit kunnu lesa her á sudurras.fo, so hevur ein bólkur av sjálvbodnum í eina tíð arbeitt við at fáa bygt ein 50 metra svimjihyl í Vági, sum skal brúka avlopshitan frá SEV-verkinum har. Nú hava tey so stovnað eina serliga stuðulskonto í Suðuroyar Sparikassa, “har tú, títt felag ella tín fyritøka kann seta inn pengar, sum óskerdir fara beinleiðis til fyrireikan av 50 m. svimjihyli til Suðuroyar Svimjifelag”. Allir persónar, feløg og fyritøkur, sum stuðla við yvir 5.000 kr. verða nevndir á yvirliti her á Suðuroyarportalinum, ið fyrsta 1½ tíman fór upp um 10.000 kr.

Pál og Jón hava longu skrivað søgu

Tað er ringt at samanbera svimjing og fótbólt; men um tit fyristilla tykkum at har var onkur árlig ‘donsk meistarakapping’ í fótbólti, har øll tey bestu feløgini og landsliðið møttu, og føroyska ungdómslandsliðið so eisini valdi at møta og vann á øllum uttan tí allarbesta, við einum avriki sum øll vóru samd um kundi mátast 100% til at vera betri avrik enn nakað danskt ungdómslandslið nakrantíð hevði avrikað. Og har vit enntá vunnu 0-8 á danska ungdómslandsliðnum. So eru tit á leið har sum Pál var týsdagin. Continue reading Pál og Jón hava longu skrivað søgu

Útvarpssending um sponsoravtaluna hjá Susvim

Hetta eru ikki spildurnýggj tíðindi. P/f Føroya Shell hevur gjørt eina sponsoravtalu við Pál og Susvim. Í hesum sambandi hevur ‘Viðurgerði’ haft eitt prát við Niclas Heri Jákupsson, Palla og Pál (spola til 43.20 í sendingini).