metkappingin 2007 er tað nógv í atla at fara og nær verur hon ????
Veruliga úrslitini frá triathlon á Rhodos
So komu tey allíkavæl fram, tey offisiellu úrslitini frá Rhodos. Ella tað vil siga, eg haldi at hetta eru tey røttu, hóast tey ikki koma frá fyriskiparunum á Rhodos. Evald hevur nevniliga fingið tey frá triathletinum Torquil á Orkney, men tey síggja altso nóg nágreinilig út, til at talan kann vera um tær offisiellu elektronisku tíðtakingarnar.
Viðfest er skjalið sum Torquil sendi Evaldi, men annars taki eg skjótt saman um her niðanfyri. Um eg samanberi við splitt-tíðirnar sum Evald tók, so sær tað út til at hesi offisiellu úrslitini rokna skiftið frá svimjing til súkkling uppí svimjingina (har Evald tók tíð til tey komu upp úr havinum, altso áðrenn tey fóru at skifta), og skiftið frá súkkling til renning uppí súkklingina.
1500m svimjing | 40 km súkkling | 10 km renning | Samlað úrslit | |
Gudmundur | 0.23.16 | 1.13.08 | 0.37.13 | 2.13.37 |
Andrass | 0.28.02 | 1.10.12 | 0.37.38 | 2.15.52 |
Áslakur | 0.31.36 | 1.08.47 | 0.37.22 | 2.17.45 |
Ottar | 0.24.49 | 1.13.18 | 0.42.07 | 2.20.14 |
Karina | 0.25.48 | 1.15.52 | 0.37.22 | 2.19.02 |
Súsanna | 0.25.47 | 1.15.15 | 0.38.20 | 2.19.22 |
Joan | 0.29.21 | 1.17.30 | 0.34.40 | 2.21.31 |
Legg forrestin til merkis rennitíðina hjá Joan nú… 10 km undir 35 minuttir 🙂
flot.info skift ham
Heimasíðan hjá Svimjifelagnum FLOT er nú skift út, frá gomlu Joomla heimasíðuskipanina til eina meira einfalda blogg-skipan av slagnum WordPress. Hin gamla var heilt einfalt ov tung at dansa við hjá okkum fáu sum skrivaðu, og eftir øllum at døma ómøgulig hjá øðrum FLOT-fólki at læra at skriva á.
Skiftið merkir eisini at flot.info nú verður ein meira rein FLOT heimasíða, sum skrivar og reypar um síni egnu. Vit fyrisitarar høvdu rótað okkum út í at skriva bæði fyri FLOT og føroyska svimjing annars, og fingu tí til tíðir ábreiðslur fyri ikki at velja síðu. Avleiðingin varð tí at vit stovnaðu svimjing.com til okkum øll, og nú lata flot.info verða fjepparasíðu hjá FLOT.
Nýggja flot.info er ein einfaldari heimasíðuskipan, sum tó er sterkari tá ið tað kemur til at kunna posta skjótt á síðuna, gjøgnum teldupost ella við fartelefonum. Sjálvur havi eg júst (endiliga) keypt mær eina grúðiliga fína mms-telefon, og væntandi verður tað tí mest sovorðið sum man fer at síggja á flot.info. Myndir og video frá svimjistevnum, í tann mun sum vit hava nakað at reypa um.
Um nakar skuldi saknað gomlu FLOT-heimasíðuna, so liggur hon nú á http://gamla.flot.info/
Føroysku úrslitini í triathlon á Rhodos
Tað eru tíverri ongar millumtíðir í offisiellu úrslitalistunum frá triathlon-kappingini á Rhodos, og eg brúki tí her niðanfyri tær tíðir sum Evald Rasmussen tók í leypi av kappingini, umframt endaligu offisiellu tíðina. Millumtíðirnar hjá Evaldi raka nokk ikki beint á har sum tær áttu at hava verið tiknar, men tað er so betri enn einki.
Tíðir á Rhodos:
1500m svimjing | Skift + 40 km súkkling | Skift + 10 km renning | Samlað úrslit | |
Gudmundur | 0.22.08 | 1.13.32 | 0.37.57 | 2.13.37 |
Andrass | 0.27.11 | 1.10.17 | 0.38.24 | 2.15.52 |
Áslakur | 0.30.48 | 1.08.59 | 0.37.58 | 2.17.45 |
Ottar | 0.23.37 | 1.13.47 | 0.42.50 | 2.20.14 |
Karina | 0.25.11 | 1.15.55 | 0.39.56 | 2.21.02 |
Súsanna | 0.24.45 | 1.15.25 | 0.41.12 | 2.21.22 |
Joan | 0.28.30 | 1.17.25 | 0.37.36 | 2.23.31 |
Samanbera vit við úrslitini úr Haderslev, umleið ein mánaða áðrenn kappingina, so síggja vit at tað serliga er í svimjingini og súkklingini at íðkararnir dragna, meðan teir faktiskt renna ‘yvir evni’ í tí nógva hitanum. Hetta luktar eitt sindur av at svimjiteinurin var ov langt og renniteinurin ov stuttur, meðan súkklitíðirnar nokk eru rímiliga á leið (krevjandi ruta við vindi og brekkum, smølum vegum og krappum svingum).
Navn | 1500m svimjing + skift | 40km súkkling | Skift + 10km renning | Tilsamans |
Joan Bláfoss | 00:24.42 | 01:10:09 | 00:37:18 | 02:12:09 |
Karina Ottesen | 00:22:23 | 01:10:01 | 00:40:30 | 02:12:54 |
Súsanna Skylv Sørensen | 00:24.01 | 01:14:59 | 00:42:43 | 02:21:43 |
Sóley í Eyðansstovu | 00:31.18 | 01:15:18 | 00:52:47 | 02:39:23 |
Áslakur Nesá | ? | ? | ? | 02:14:06 |
Andrass Joensen | 00:25.42 | 01:08:23 | 00:42:41 | 02:16.41 |
Gev gætur at svimjingin í Haderslev er íroknað skift úr vátdrakt til súkkling, meðan skiftið á Rhodos er tikið uppí súkklingina.
Manaudou blakað av italska liðnum
Sambært tíðindunum her á SwimmingWorld, so hevur franska svimjistjørnan longu gjørt seg ópopulera í nýggja svimjifelagnum í Italia, eftir at hon fyri trimum mánaðum síðani fór frá sínum franska svimjifelag og venjaranum Phillipe Lucas. Nýggi fyrrverandi venjarin Paolo Penso skal hava sagt: “If Laure wants to work hard I can help her do great things but if she’s not ready to work hard, I’m not the right coach”
Føroyskur svimjari í Bretlandi

Sviar duga eisini
Stefan Nystrand (25 ár) og Therese Alshammar (30 ár) hava í dag hvør í sínum lagi sett næstbestu tíð í heiminum nakrantíð; Nystrand í 100 frí við tíðini 47.91, og Alshammar í 50 frí við tíðini 24.23 (báðar tíðir í 50 metra hyli). Bæði venja tey til dagliga í SK Neptun í Stockholm, og rættiliga áhugavert so eru bæði kend fyri at venja rættiliga lítið til dagliga.
Nystrand nevnir í tíðindunum her um sína venjing, at hann venur umleið 3000 metrar í hvørjari venjing, ongantíð meira enn 20 km um vikuna, umframt at venja tvær ferðir um vikuna á landi, eina ferð við medisinbólti og eina ferð vekttrening við fokus á at gerast sterkur uttan at gerast stórur. Hann venur bara lætt ella max í hylinum, og altso ongantíð við ferðum í millum lætt ella max.
Alshammar nevnir ikki nakað um sína venjing í tíðindunum her á SwimNews, annað enn at hon (sum Nystrand) hevur betrað um sín teknikk, og tí svimur við færri tøkum enn nakrantíð fyrr. Men tað er alment kent at hon í øllum førum í Hamburg sjáldan vandi meira enn 2000 metrar í hvørjari venjing, og tí óivað illa kann lokkast at venja nógv meira í Stockholm, um Nystrand ikki svimur meira enn 3000 metrar har.
Dara Torres sett USA met í 50 frí, 40 ára gomul
Dara Torres vann OL bronsu 33 ára gomul í Sydney ár 2000, og setur nú amerikanskt met í 50 frí sum 40 ára gomul, við tíðini 24.53 (langbani). Hetta er næstbesta tíð í heiminum í ár, og sama tíð sum Libby Lenton vann HM í Melbourne við í vár. Tíðindini kunnu lesast her á SwimmingWorld, og í longdari útgávu við spekulatión um doping her á SwimNews.
Phelps øgiligur í rygg eisini
Phelps er til nú mest kendur fyri síni úrslit og heimsmet í firvald, crawl og blandað, men hann kann so sanniliga eisini svimja rygg. Á amerikansku meistarastevnuni svam hann herfyri triðbestu tíð nakrantíð í 200 rygg (1:54.65, Ryan Lochte eigur heimsmetið á 1:54.32), og í gjár hótti hann so aftur heimsmetið á einum ryggteini við at svimja næstbestu tíð nakrantíð í 100 rygg (53.01, Aaron Piersol eigur heimsmetið á 52.98). Continue reading Phelps øgiligur í rygg eisini
Replay hjá Crocker á amerikansku meistarastevnuni
Eitt ‘oooh’ fór gjøgnum høllina í Indianapolis í gjár, tá ið úrslitatalvan vísti DSQ út fyri Ian Crocker í finaluni í 100 firvald. Hann hevði tjóvstartað á sama hátt sum hann tjóvstartaði í innleiðandi 4 x 100 blandað í Melbourne, tá ið hann varð atvold til at Michael Phelps ikki kláraði metnógv 8 gullmerki á somu stevnu. Og fyri at gera tað enn meira surrealistiskt, so kláraði Michael Phelps allíkavæl akkurát at vinna á Crocker, á sama hátt sum hann vann í síðstu tøkum í finaluni í 100 firvald í Melbourne. Lesið her á SwimmingWorld.