Heimsmet til Svøríki í 4×50 frí (!)

OK, teir høvdu tveir við í 50 metra finaluni, so tað var kanska ikki heilt av leið at klára seg væl í stafettini eisini. Men altso, gull og heimsmet  til Svøríki í allarseinastu kappingini á EM í Debrecen, við tíðini 1:24.19. Tvey evropeisk met vórðu eisini sett í dag, tá ið ungi ungarski Dani Gyurta vann 200 bringu í tíðini 2:05.49, og russiska Yuliya Efimova vann 100 bringu í tíðini 1:04.95.

One thought on “Heimsmet til Svøríki í 4×50 frí (!)”

  1. Petter Stymne var í finaluni í 50m frí har hann gjørdist nr.4 við 0:21,60

    Í dag byrjaði hann so hjá Svøríki, og svam sama teinin uppá 0:21,41 og tað er 16/100 skjótari enn Alain Bernard úr Fraklandi sum gjørdist nr.3 í 50m frí finaluni.

    Øv Stymne, men gott at vita at ein er skjótari enn 3. plássi  🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.