Kári svam 100 blandað í morgun

Kári luttók í teimum innleiðandi riðlunum í 100 blandað í morgun. Tíðin hjá honum varð 1:03.40. Tilmeldingartíðin hjá Kára var 1:02.01. Kári lá væl fyri í sínum riðli og vendi sum nr 2 aftaná rygg svimjingini við tíðini 27.76 bara 5/100 sek aftanfyri Marcus Bak úr Allerød, men dragnaði síðani afturum hinar mótir endanum.

Draktin skrædnaði hjá Kára

Óhepnið var eftir Kára í kvøld, tá ið hann skuldi svimja hálvfinalu í 100 rygg. Spildurnýggja draktin skrædnaði, so at vatn fyltist í hana; og hann svam tí ‘bara’ teinin við tíðini 59.32, har hann í innleiðandi í morgun svam 58.48. Teir 59 rukku bara til eitt tólvtapláss, og Kári kom tí ikki í finaluna.

Kári aftastur í 50 frí

Tað gekk ikki væl hjá Kára í morgun. Í 50 frí kom Kári á mál við spakuligasta tíðini av teimum 55 svimjarunum, ið gjøgnumførdu innleiðandi riðlarnar. Tíðin hjá Kára var 25.90. Tilmeldingartíðin hjá honum var 24.89. Frederik Siem Pedersen, sum fólk muga minnast frá NJM í fjørð, tók ivaleyst fleiri av bóli tá hann svam bestu tíð og setti danskt junior met við tíðini 22.82.