Heimsmet í 50 rygg hjá kvinnum

Kroatiska Sanja Jovanovic setti beint nú heimsmet í 50 rygg á stuttbana, við at svimja teinin í Debrecen á 26.50 sekund. Hví halda føroyingar áfram at tvæssa við fótbólti, tá ið heimsmet verða sett hvønn dag á EM í svimjing, og øll orsøk er hjá føroyingum at vera stoltir bæði sum tjóð og norðurland?

Tveir sviar og ein dani vóru í finaluni í 100 frí hjá monnum, har tann eini sviin vann silvur.  Ein dani í finaluni í 1500 frí. Ein finsk vann 100 blandað hjá kvinnum. Tveir norðmenn í finaluni í 50 bringu hjá monnum, har tann eini vann bronsu silvur. Og beint nú eru bæði Danmark og Noregi og Svøríki í finaluni í 4 x 50 blandað hjá kvinnum. Svøríki vann silvur.

Í hesum selskapi luttaka føroyingar og gera seg ikki fyri skommum. Føroysk met hvønn dag, og úrslit sum fáa stóru svimjitjóðirnar at undrast. Ein føroyingur er ovast á evroparanglistanum fyri juniorar, hóast evropeiska svimjingin sum heild er á so høgum støði, at heimsmet sum nevnt verða sett hvønn dag á innanhýsis meistarastevnuni.

Men nei nei, føroysku ítróttarjournalistarnir taka gott nokk undir við okkara ‘hype’ í løtuni, og nominera einmælt Pál Joensen sum størsta føroyska ítróttarnavn ár 2007, umframt Elspu sum nummar trý. Føroyska svimjingin hevur haft fast pláss millum nomineringarnar seinastu 4-5 árini. Og tó so halda teir áfram við at kalla fótbóltin fyri ‘nummar 1, 2 og 3 í føroyskum ítrótti’, tí at eitt ella annað.

Í løtuni er EM í svimjing sum sagt í Ungarn. Teir kundu sikkurt fingið sendirættindi úr Ungarn fyri lítið og lætt, men SVF velur heldur at senda bara frá finalunum á EM í hondbólti. Hóast opinbart bara Noregi hevur kvalifiserað seg sum norðurlendskt land. Og spara so óivað saman til at kunna senda frá EM ella VM ella hvat tað nú er í fótbólti, har alt norðurlendskt uttan Svøríki er útsligið.

Misskiljið meg ikki: Mær dámar væl at hyggja at bæði hondbólti og fótbólti. Og at øllum møguligum øðrum ítrótti eisini. Tað tíð eg hevði Eurosport var tað mest sannlíkt sjónvarpskanalin sum eg hugdi mest at, eisini tá talan var um curling ella skiskjóting.

Men mær dámar ikki bara at hyggja at hondbólti og fótbólti (og flogbólti, tá ið tey ikki finna okkurt um hondbólt ella fótbólt). Mær dámar ikki ítróttarsendingar sum leggja út við at kalla seg “3-2”, tí at ítróttarjournalistarnir hava valt fyri meg, at eg bara havi áhuga fyri bólt-ítrótti. Mær dámar serstakiliga væl at hyggja at fimleiki, og tey – fimleikafólkini – vilja sikkurt nærmast gjalda sjónvarpinum pengar fyri at senda frá sínum kappingum 😉

Kringvarpið misti eina løtu rættindini at senda frá føroyskum ítrótti, her í vikuni, av tí at tey ikki vilja kalla hondbólts- og fótbóltsligairnar fyri tey sponsoreraði nøvn sum tey hava selt seg til. Hey Sjónvarp og Útvarp – í svimjingini hava vit eingi sovorðin nøvn! Altjóða svimjisambandið FINA hevur beinleiðis reglur sum siga, at eitt sponsornavn á eini drakt ikki má fylla meira enn eitt meðal postkort. So higani kunnu tit senda við góðari samvitsku, uttan at risikera at selja tykkara journalistisku sál. Og so er tað hartil bæði gott og føroyskt !

Orsaka tit – nú fór eg for langt. Uppdagaði ov seint at eg vildi skriva ein subjektivan bloggupost, heldur enn eina objektiva frásøgn frá EM. Jovanovic setti heimsmet í 50 rygg á EM. Gloymið alt hitt sum eg havi skrivað 🙂

6 thoughts on “Heimsmet í 50 rygg hjá kvinnum”

  1. Jamen góðasti maður, vælkomin umborð á mín bát. Gott at onkur vil rógva við mær, nú mótsteymurin er so harður, og alt havi flýtur við bóltum…. ella nakað.  hehe

    Eg trúgvi at tað einasta sum hjálpir er, at fara eftir teimun sum journalistar, raka teir á teirra professionella (hahaha… as if) ego, og koyra á teir. Tað er jú púrasta óhoyrt at ein nevndarlimir í Kringvarpinum situr í nevndini í FSF. Tað luktar jú so laaangt vekk. Hugsa tær um ÍSF gav kringvarpinum munnkurv ímeðan fótbóltskappingin stó uppá tað harasta ?  HAHAHA sum um tað nakrantíð kundi koma fyri.

  2. Buhuu Buhuu Buhuu… eingin hóndbóltur var í dag, harrahondbólturin er farin í feriu, og hjá kvinnum vantar bert ein dystur, og hann verður næsta leygardag, og harvið eru av tí sama EINGI úrslit at tríva í, í ítróttartíðindunum í kvøld… 

    Hettar var hvat ÚF hevði í kvøld sunnukvøld 16. des. 2007

    Harragud hvat skulu teir nú finna uppá, hondbóltur í feriu, og fótbólturin byrjar ikki fyrr enn einaferð í vár aftur… argggggg. Ná jú, teir hava jú enskan, spanskan, týskan, albanskan og irakiskan fótbólt um einki annað finnist.

    Og so var. Har kom ein rúgva um ítróttar(bólt)invandrarar og tá ið tað ikki kundi strekkjast út á eitt longri pínufult støði, so kom útlendskur fótbóltur… SÅDAN ÚF….

    Hvat sker her… havi eg bara droymt at EM í svimjing hevur veri í vikuskiftinum ?

    Havi eg bara droymt um at okur settu fleiri met, at nøkur gjørdi tað heilt ótrúliga gott, og at onkur kláraði eina kravtíð til HM, ímeðan onkur annar toppar langteinaranglistan í Evropa, og nr.2 í øllum heiminum fyri unglingar ? Tað er ikki tí at ítróttartíðindini leygarkvøld høvdu nakað at siga um svimjing, og so sat eg og hugsaði, “Bíða nú Jón, tey samla alt saman, professionelt til sunnukvøldi, so kemur alt við” Dream on…. Tey vóru jú so røsk til NJM….ááá nei, tá komu tey ikki fyrr enn alt var liðugt. Ikki fyrr enn ein rópti neyðarróp eftir teimun, at onkur kom forbíð av tilvild ? Ella kalla tað áhuga, tað meini eg so at tað er. (takk Maria)

    Eg veit, at eg vil nakað skal henda við Føroyskari svimjing, men so nógv at eg fantaseri meg til tað ? Neyvan! Eg veit at okur hava uppibori meira frá Kringavarpinum enn tað okur fáa beint nú, tað er ikki neyðugt at finna uppá eina søgu (sum ítróttartíðindi í kvøld) fyri at fáa svimjing í luftina við innihaldi sum hevur áhuga ímillum fólk. Harragud far inn á eitt hvørt kjakforum í Føroyum, og les at fótbóltur hongur fólki út av hálsinum, fótbólturin kostar ov nógv, tað eru ov nógvar primadonnaðir í føroyskum fótbólti, FSF stinkar, landsliðsvenjarin er ein klovn, og so at tað er ófatiligt sum amatørjournalistarnar bara kopiera útlendskar fjølmiðlar tá ið tað snýr seg útlendskan fótbólt, so skal ein jú ikki arbeiða fyri tí. suk! Pínandoy altso, um okur venjarar vóru líka so elendigur til fyrireiking (ok, onkur er kanska) sum fjølmiðlarnar, so høvdu hesir journalistar einki at tosa/skriva um tá ið tað snýr seg um ítrótt á høgum støði, so høvdu teir bert tað teir skilja, bóltspæl… hmm… what else is new.

    Hvat halda tykur sum eru TVUNGIN til at gjalda pening hvørt ár til Kringvarpi um at ÚF er so vánaligt ? Eg meini so við, skal man bara lata sovori fara afturvið borðinum (og harvið eru av tí sama eingi úrslit at tríva í, í ítróttartíðindunum í kvøld… ) Hah?

    1. Eg setti meg eisini spenntur at lurta í kvøld, og valdi so rættiliga skjótt at finna okkurt annað at gera. Skuffaður. Eg vil halda fast við at SVF roynir, men hatta har Útvarpið er tað reina tilvild og tvæss. Ein spurningur um hvønn áhuga journalisturin hevur.

      Altso heilt erligt… hvat høvdu fólk sagt um onkur í tíðindadeildini hjá útvarpinum valdi at fortelja einans frá handilsjavnaðinum, fiskaprísinum og bústaðarmarknaðinum, “tí tað er nummar 1, 2 og 3 í Føroyum”? Og so valdi at víðka við at fortelja frá danska ella enska ella amerikanska handilsjavnaðinum, ífall at hann ikki hevði nóg nógv tilfar um tann føroyska?

      Soleiðis er føroyski ítróttarjournalistikkurin. Alment er tað “tí at hetta er tað sum fólk hava áhuga fyri”, men man hevur hug at gita at tað nokk meira er tí at teir ikki duga annað.

      Í mínari verð er ítróttur eitt risastórt kalt borð við alskyns rættum, sum allir eru spennandi til hvør sína tíð. Men nei, hasir ‘reportararnir’ vilja partú bara diska upp við livurpostej og ost.

      Útvarpið skal missa rættin at senda frá føroyskum ítrótti. Ikki tí at tey ikki vilja nevna sponsornøvn í sambandi við fótbólt og hondbólt, men tí at tey í áravís hava forsømt alt annað.

      1. OK, sum vanlig tíðindi (heldur enn ítróttartíðindi) stendur leygardag kl 13.23 “Pál Joensen besti juniorur í Evropa”

  3. UM 3-2 sendingin var vánalig í kvøld, so var tað nokk mest av tínum ávum, Jón 😉

    (Nei tvætl, hatta var heilt ókey. Og ‘slam dunk’ við at taka upp fimleik beint aftaná)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.