Stevnan byrjar ikki fyrr enn í morgin, men svimjarar eru sjálvsagt har longu til at venja seg við hylin. Men av tí at streymurin reyk og stór petti fuku av bygninginum og annað, vórðu tey noydd at gevast við venjingini í gjár. Svimjistjørnan Eric Vendt tekur tað sum eitt gott tekin, tí tað sama hendi tá ið tey høvdu úttøkustevnu í Indianapolis í 2000. Og fyri at gera søguna ordiliga løgna, so eitur venjarin hjá olympiska kvinnulandsliðnum hjá USA nakað so kent sum Jack Bauer(le). Lesið og síggið myndir á SwimInfo og ap.google.com.
Eingin kjansur at Elspa umboðar Føroyar á Oyggjaleikum í 2009
Hetta segði Palli Ziskason svimjisambandsformaður í samrøðu við Kringvarpið seinnapartin. Hann vísti til at altjóða svimjisambandið FINA ikki loyvir nøkrum at umboða fleiri lond samstundis, og at karantenutíðin fyri at skifta millum lond er 12 mánaðir. Vit kunnu tískil hugsa okkum til, at Elspa ikki kann náa at skifta til at luttaka fyri Føroyar á Álandi í 2009, um hon so vildi.
Continue reading Eingin kjansur at Elspa umboðar Føroyar á Oyggjaleikum í 2009
Danmarks Akvarium verður ein íða í Kastrup ár 2013
Sum tit kunnu lesa í pressuskrivinum her, so hevur arkitektafyritøkan 3xn vunnið kappingina um at byggja “Den Blå Planet”, sum fer at húsa nýggja Danmarks Akvarium nær Kastrup Lufthavn ár 2013. Her eru nakrar myndir frá heimasíðuni hjá Den Blå Planet, og fleiri kunnu so síggjast har ella við at fara á heimasíðuna hjá 3xn.
Continue reading Danmarks Akvarium verður ein íða í Kastrup ár 2013
Kinesisk svimjistjørna tikin fyri doping
Kina er í sjokk, nú Ouyang Kunpeng er tikin fyri at hava nýtt anabolska steroidið Clenbuterol. Hann var ein av vónunum um at vinna heiðursmerki í ryggsvimjing á OL í Kina, men er nú prompte útilokaður fyri lívstíð av sína egna svimjisambandi. Lesið her í Ekstrablaðnum.
ÍSF fingið nýggja heimasíðu
Lesið her á sportal.fo, ella her á nýggju heimasíðuni. Har er enn okkurt smáting við at adressan hjá heimasíðuni skiftir frá isf.fo til solvihansen.com, men annars er hon ótrúliga flott og spennandi. Og djørv, við tað at tey nú lata upp fyri at vit kunnu gera viðmerkingar til tilfarið á heimasíðuni. Enntá til kontroversiell tíðindi sum at “Ein maður, ið varð dopingkannaður í Føroyum tíðliga í 2005 vísti høgt testosteronvirði“. Continue reading ÍSF fingið nýggja heimasíðu
Susvim til Danmarkar at luttaka í DM á langbana
Tað sær út til at Susvim fer at gera ein ordans vørr á donsku langteina-meistarastevnuni í Gladsaxe í komandi viku, nú Pál Joensen er seedaður sum nr 1 í bæði 400, 800 og 1500 frí, og Malan Vitalis Bærendsen sum nr 2 í 50 bringu. Tey eru Mona Simonsen, Shaila millum Garðarnar, Malan V. Bærendsen og Pál Joensen sum fara fyri Susvim; og hartil luttekur Elspa Mørkøre fyri West Swim, við bestu tilmeldingartíð í 50 rygg og 200 frí, næstbestu í 100 og 200 rygg, og góðum tíðum í eisini øðrum greinum. Sí gladsaxeswim.dk og livetiming.dk, umframt startlista og annað gott við at klikkja tykkum fram til stevnuna á svoem.dk. Continue reading Susvim til Danmarkar at luttaka í DM á langbana
Right, gloym hávabúrið í Grenaa
Í Grenaa (Danmark) sleppur man at svimja saman við smáum hávum, men í Georgia (USA) svimja tey saman við hvalhávum so stórir sum bilar. Nice, very nice. Lesið her í Los Angeles Times, har tey eisini hava eina myndarøð frá eini vitjan. Tað kostar í løtuni $190 at svimja og $290 at kava í hávabúrinum.
Danir fara ikki til NUM 2008 (?)
Hetta var nakað sum eg frætti sum slatur á kantinum í Kastrup í vikuskiftinum. Eftir øllum at døma velur danska svimjisambandið ikki at senda nakran til Nordisk UngdomsMesterskaber í Finnlandi í august, tí tey ikki vilja at so ung skulu svimja árið runt. Continue reading Danir fara ikki til NUM 2008 (?)
Ups, Køge Svømmeland plágað av øllum frá rusti til innvølsorm
Tað fer at kosta um 19 milliónir krónur at umvæla Køge Svømmeland, tí har eru stórir trupulleikar við gravskitnum vatni, rusti, kemikaliufyltari luft og oyðiløgdum stálkonstruktiónum. Tak-konstruktiónin skal styrkjast, loftsplátur hava hug at loysa seg, og alt møguligt annað. Lesið á Ingeniøren, ella sjálva rapportina á heimasíðuni hjá Køge Kommune.
DÅM 2008: Meira video
Eftir strævnan dag í Field’s, havi eg nú havt stundir til at senda fleiri videoir upp afturat. Her beint nú er tað talan um kappingina 100 metrar bringusvimjing í Hørsholm leygardagin, men eg leggi so so líðandi fleiri videoir afturat, so hvørt sum tær eru klárar. Tær eru tíverri ikki í hágóðsku, av tí at tær fylla ov lítið á YouTube :-/
Jóhann Heðinsson 100 bringu

